Navn: Høgni Lisberg
Bústaður: Keypmannahavn/ØK
Aldur: 25 t. 07/06-07
Starv: Tónleikari og arbeiði á einum heilsølugoymsluhúsi.
Frítíðarítriv: Tónleikur haldi eg.
Nær fært tú summarfrí í ár? 10. juli
Hvussu fert tú at halda summarfrítíðina? Eg, daman og dóttirin fara heim til Føroyar í 10 dagar. Restin av summarfrítíðini verður hildin í Danmark.
Hví hevur tú valt at gera júst hetta í summar? Tað er gott at koma heim at síggja familju og vinir. Og tá man fer heim, skal man helst kunna fara á G! Festivalin. Eg fari tó fyri eina ferð skyld eisini at halda feriu í Danmark, tí teir hava jú lovað “kanon sommer” í ár.
Plagar tú at ferðast uttanlands um summarið? Eg havi altíð ferðast nógv, men mest í tónleika samanhangi. Eg havi t.d. ongantíð verið ein rukkutúr, tí at tað hevur næstan altíð verið okkurt tónleikatiltak fyri framman. Hetta eru tveir ymiskir mátar at ferðast uppá, og man hevur ikki ordiliga frí, tá man ferðast í tónleikaørindum. Men hinvegin, so fari eg oftari at ferðast enn nógv onnur fólk, og mær dámar tað væl.
Plagar tú at ferðast í Føroyum um summarið? Eg eri hálvur suðuroyingur, so tá eg var barn, var eg altíð og vitjaði abban suðuri í Vági. Tað vóru sera góðir túrar, tí tað er stuttligt at verða í Vági, tá man er barn. Annars havi eg ikki verið serliga raskur at ferðast í Føroyum, og hetta er nakað, man átti at gjørt meira við.
Ferðast tú hinar árstíðirnar? Ja, sum sagt, so ferðist eg ofta av tí at eg eri tónleikari. Tað hevur serliga verið í Norðanlondunum og í Evropa.
Hvat er títt dreymaferðamál? Eg vil gjarna sleppa ein túr suður eftir onkuntíð. Bara onkra staðni saman við damuni og dóttrini. Seinni vil eg eisini sleppa til lond í Afrika og Asia.