Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri, nú býráðslimur í Klaksvík

- Eg haldi ikki at hetta er spurningur um man er tjóðveldis-, sambands-, fólkafloks- ella annað fólk! Hetta er ein spurningur um etikk og moral, ella kanska spurningur um virðingina fyri landsins kosnu og virðingini fyri okkum sjálvum.

Tað er stórur munur á stuttligu tekningunum vit hava upplivað í dagbløðunum, sum ein karikaturur, og so at taka ein vanliga mynd og gera hana um, soleiðis sum Heini hevur gjørt!
Eg haldi á ein ella annan hátt, so gongur tú fólki ov nær, tá ið tú fert at manipulera við veruligum myndum av teimum, tað kann vera myndir tey sjálvi hava lagt út, sum vera "misbrúktar"! Um vit hugsa um tað, sum gekk fyri seg henda dagin í tinginum, so var tað alt annað enn stuttligt; tað var ógvuliga álvarsamt!