Leygardagin varð kappast á fjallasúkklu, og var tað hesa fer FM í MTB Cross Country (XC). Fyri fyrstu fer var koyrt á einum rundstrekningi, sum er runt um “Fjallið”. Tað er ein gøta, sum gongur frá ríðibreytini í Marknagil (við Hotel Føroyar), út á Norðasta Horn, til fjósini í Havnadalið, síðani niðan móti Oyggjarvegnum, og so oman aftur til ríðibreytina. Tað skuldi súkklast 6 umgangir, og gav tað tilsamans 34km.
Líkindini at koyra vóru ikki góð, og enn verri, tá ið koyrt var runt um ein fjallatind. Men koyrast skuldi, so tað var bara at herja á. Á fyrru helvtini av rutuni var viðvindur, so tað var ikki so galið, men tá súkkla var omanfyri Undir Gráasteini vara einki serliga stuttligt. Mótvindur, 15-20m/s og regnæl er ikki so hugaligt, sitandi á einari súkklu. Og tá mangla enn 2km til tað er viðvindur aftur.
Men eins og í fjør gjørdist vinnarin Gunnar Dahl-Olsen við tíðini 1 tíma 48min. og 25sek. Síðani kom Høgni Rúnason Øster, og Evald Rasmussen var nr. 3. Andrass Joensen lá til eitt 2. pláss, men var hann so óheppin at punkterað, og gjørnumførdi tí ikki.