Gunnar Nielsen og liðfelagarnir úr FH hava fingið eina sera torføra uppgávu í 3. umfari í Europa Leauge. Teir skulu spæla móti Braga úr Portugal. Braga náddi heilt í finaluna í Europa League í 2011 og vunnu Intertoto Cup í 2009. Teir luttóku eisini í bólkaspælinum í Champions League kappingarárini 2010/2011 og 2012/2013.
FC Midtjylland skal spæla móti Apollon úr Kypros, meðan Rosenborg skal spæla móti hollendska stórfelagnum Ajax.
Dystirnir verða spældir 17. og 24. august. Vinnarin fer víðari í bólkaspælið í Europa League.
Alt lutakastið sær soleiðis út:
Shkendjia – Milan
Panathinaikos – Athletic
Osijek – Austria Vienna
Apollon – Midtjylland
FH – Braga
Crvena Zvezda – Krasnodar
Club Brugge – AEK
Maritimo – Dynamo Kiev
Everton – Hajduk Split
Vittorul – Salzburg
Vardar – Fenerbache
Domzale – Marseille
Ajax – Rosenborg
Partizan – Videoton
Utrecht – Zenit
Altach – Maccabi Tel Aviv
BATE – Olexandriya
Dinamo Zagreb – Skenderbeu
Legia – Sheriff
Plzen – AEK Larnaca
PAOK – Østersund
Ludogorets - Suduva