Gunnar aftur strandaður – Nú í Frankfurt

Framhaldssøgan um Gunnar Nielsen og ferðin til Kasakstan heldur fram. Nýggjast er, at hann stendur eftir í Frankfurt í Týsklandi.

Føroyski landsliðsmálverjin slapp ikki við flúgvaranum úr Frankfurt til Astana í Kasakstan í kvøld, sum annars var ætlað. Gunnar hevur havt trupulleikar við at fáa innfararloyvi, eftir at passið hjá honum bleiv vekk í postinum.

 

Seinnapartin í dag varð avgerð tikin um, at Gunnar skuldi fara úr Kastrup í Danmark til Frankfurt, og so víðari til Kasakstan, hóast innfararloyvið ikki varð komið upp á pláss. Vónin var so, at viðurskiftini rundan um innfararloyvið kundi koma upp á pláss á flogvøllinum tíðliga í morgin.

 

Men so væl gekk ikki í hond, tí tá Gunnar kom til Frankfurt fekk hann ikki loyvi at fara í flúgvari til Kasakstan, tí hann einki innfararloyvi kundi vísa á. Gunnar yvirnáttar nú í Frankfurt og flýgur so væntandi í annaðkvøld og kemur til Kasakstan tíðliga fríggjamorgunin, sum er sami dagur, ið dysturin verður spældur.

 

Sum skilst, so eru vónirnar góðar til at Gunnar fær innfararloyvi og sleppur at spæla, tá Kasakstan og Føroyar spæla HM-undankappingardyst fríggjadag klokkan 16 føroyska tíð, sum er klokkan 21 lokala tíð.