Grundlógin tarnaði §19 kanningini

Finanstilsynet og Finansiel Stabilitet noktaðu at geva §19 nevndini innlit í viðkomandi mál.

Í gjár legði §19 nevndin, ið varð sett av løgtinginum at kanna virksemi hjá Eik grunninum og grunnareftirlitinum, fram úrslitið av kanningararbeiðinum.


Undir framløguni hevði formaðurin í §19 nevndini, Joen Magnus Rasmussen, hug at fýlast inn á danskar myndugleikar, ið ikki vildu geva nevndini innlit í mál, ið vóru neyðug fyri kanningararbeiðið.


Joen Magnus Rasmussen vísti á, at Finanstilsynet ikki viðurkendi rættin hjá nevndini at biða um innlit. Stovnurin vísti á grundlógina, ið sambært teirra tulking, einans gevur eini nevnd sett av fólkatinginum, heimild til tað innlit, ið §19 nevndin ynskti. Sostatt hevur ein nevnd sett av løgtinginum, sambært Finanstilsynet, ikki heimild at fáa innlit í teimum málum, ið føroyingar ikki hava yvirtikið.


Nevndin fekk eisini líknandi svar frá Finansiel Stabilitet, og heldur ikki hjálpti tað, at nevndin vendi sær til ríkisumboðið.


Fyrst svaraði ríkisumboðið í Føroyum, at av tí, at val var í Danmark, so kundi ríkisumboðið ikki svara, tí Danmark hevði onga stjórn og mátti spurningurin tískil bíða til aftaná valið og summarferiuna.


Tá nevndin so aftur vendi sær til ríkisumboðið aftaná summarferiuna, svaraði ríkisumboðið, at settu spurningar vóru so mikið umfatandi, at svarið ikki fór at vera klárt til tíðarfreistina. 


Sostatt mátti nevndin, ið sambært lóg skuldi framleggja úrslitið áðrenn løgtingsvalið, almannakunngerða kanningina áðrenn svarið kom frá donsku myndugleikunum. 


Í niðurstøðuni til kanningina vísir nevndin á, at hon er ósamd í tulkingini frá donsku myndugleikunum, og mælir til, at tað er neyðugt at skapa eitt greiðari lógargrundarlag fyri at tryggja, at §19 nevndir í framtíðini fáa møguleikan at fáa innlit í skjøl hjá donskum myndugleikum, ið ikki eru yvirtikin málsøkir.