Grundgevingar: Gudmund og Jórun heiðraði á Ljósfest

Ta vóru Gudmund Jacobsen og Jórun Hansen, ið fingu heiður, tá vágbingar valdu borgarar at heiðra við Ljósfestina 2023.

Ljósfest var í Vági á 3. sinni um vikuskiftið.

 

Síðani byrjan hava borgarar, ið hava verið mettir at hava heiður uppibornan, verið heiðraðir við Ljósfestina. Hesaferð varð skipað soleiðis fyri, at borgarar kundu koma við uppskotum um, hvør skuldi heiðrast. Og tá av tornaði, vóru tað Gudmund Jacobsen og Jórun Hansen, ið vórðu heiðraði.

 

Tey komu á stóra pallin, innan stóra konsertin byrjaði, og tóku tey har ímóti heiðursbrævi og gávu. Fyri Jórun Hansen tók dótturin, Hjørdis Maria, ímóti.

 

Grundgevingar fyri at hesir persónar vórðu heiðraðir eru her:

 

Gudmund Jacobsen:

 

Tað er ein sannroynd, at ringt er at nevna vágssluppina Johonnu TG326, uttan eisini at nevna ein ávísan persón. Hann er meira enn nakar annar ímyndin av tí arbeiði, ið tað hevur verið at seta í stand og varðveita hesa slupp, sum í dag er ein virðiligur varði yvir eitt týdningarmikið týðarskeið, nevniliga slupptíðina. Eitt tíðarskeið, ið menti Føroyar frá bóndasamfelag til fiskivinnusamfelagið, ið ergrundarlag undir nútímans vælferðarsamfelagnum.

 

Og illa ber til at siga Johanna TG326, uttan at nevna Gudmund Jacobsen. Hann var við frá byrjan, tá hann sum unglingi var við í arbeiðinum at seta sluppina í uppruna stand. Hann fór enntá í læru sum skipstimbrari, og er ídag stjóri á Vágs Skipasmiðju.

 

Hyggur ein í bókina Johanna TG326, so sæst har mynd av einum ungum manni, kanska júst farin um fermingaraldur, ella har leið, og myndateksturin sigur, at hetta er bedingsmeistarin Jacob Midjord, og Gudmund Jacobsen, ið legði alt arbeiðið til rættis.

 

Gudmund Jacobsen hevur síðani byrjan verið ímynd og undangongumaður í øllum tí, sum hevur við Johonnu TG326 at gera, og hann er tað framvegis. Ikki av ongum, at hann onkutíð verður róptur Johannu-Gudmund.

 

Johanna varð smíðað í Rye, Sussex, í Onglandi í 1884. Hon nevndist tá Oxfordshire. Í 1894 keypir handilsmaðurin Jákup Dahl í Vági sluppina, og hon fær navnið Johanna. Hann keypti seinni fleiri aðrar sluppir, og stovnaði fyritøkuna AS J. Dahl.

 

 Tað var í 1972, at Johanna varð løgd, og fór ikki aftur til fiskiskap. Í 1980 vóru ætlanir um at søkkja sluppina, men í síðstu løtu varð gjørt av at gera eina roynd at bjarga sluppini, og grunnur var settur á stovn, ið keypti sluppina fyri eina krónu.

 

Hvussu leikur síðani fór, kann nógv sigast um, men farast skal ikki í smálutir her. Men enn minnast mong, tá Johanna varð tikin upp á land, og stóð niðanfyri har, sum Læknamiðstøðin er. Skúrur varð bygdur um sluppina, og so varð farið í gongd, og skipað varð fyri Johannu-bingo og innsavningum av ymsum slag, tí peningur skuldi til.

 

Og ein teirra, sum frá degi eitt húsaðist í hesum skúrinum, ið stóð niðanfyri Læknamiðstøðina, var Gudmund. Tað eru søgur um, at hann fór beint eftir skúlatíð so beina leið í Johannu-skúrin og til verka. Hann fór í læru sum skipstimbrari, og í kreppuárunum í nítiárunum var hann millum teirra, ið endurreisti Vágs Skipasmiðju, har hann í dag er stjóri.

 

Og framvegis er hann oddamaður umborð á Johannu, og sum onkur skemtandi hevur tikið til, so hevur hetta verið ein sólskinssøga um eitt “parlag”, ið hevur riggað.

 

Gudmund er bygdamynd í Vági, ið hevur sína dagligu gongd á bryggjuni, har mong leggja til merkis mannin, sum altíð tykist vera í góðum lag, og altíð klárur við skemtiligari viðmerking.

 

Fyri ótroyttiliga framhaldandi at varðveita og halda Johonnu TG326 virkna, og fyri at vera vágbingur við stóra V, hava vágbingar valt at heiðra Gudmund Kárason Jacobsen, tá møguleikin beyðst at gera innstillingar til, hvør skuldi heiðrast.

 

Til lukku, Gudmund Jacobsen, og Vágs kommuna ynskja blíðan byr framhaldandi í tínum ótroyttiliga arbeiði umborð á Johnonnu TG326.

 

 

 

 

 

Jórun Hansen

 

Børnini eru tey, ið eiga framtíðina, og mangan verður sagt um onkran, ið hevur megnað lívið væl, at viðkomandi hevur fingið gott í beinið.

 

Og í nútímanssamfelagnum er tað so, at mong børn nýta nógvar tímar á stovni ella hjá sonevndum dagrøktarmammum.

 

Og í Vági hevur ein av hesum, ið hevur starvast á dagrøktarøkinum, og sum av sonnum hevur livað upp til júst heitið dagrøktarMAMMA, verið Jórun Hansen.

 

Nógv børn hava verið í røkt hjá Jórun, har Jórun og Henry hava verið um tey, og skapt tryggar umstøður, og givið gott í beinið.

 

Alla ta tíð, Jórun hevur búð í Vági, hevur hon havt eitt stórt hjarta fyri børnum.

 

Í sálminum “Gakk tú tryggur” yrkir Hans Andrias Djurhuus millum annað soleiðis: Teim, ið treingja, skalt tú vera góður.

 

Í starvi sínum sum dagrøktari sá Jórun, at tað vóru tey, ið kanska ikki høvdu heit klæði og annað. Í síni frítíð syrgdi Jórun fyri at savna, fyri seinni - í tí stilla – at býta hetta út, til teirra ið mundu treingja.

 

Og tá vælkendu skóeskjurnar hava verið á skrá í samband við ChristmasChild, so kann av sonnum sigast, at hennara partur ikki hevur ligið eftir. Og hon hevur eisini bundið og latið vinningar til ymisk tiltøk.

 

Fyri arbeiðið, ið gjørt er í tí stilla, og fyri blíða og hjartagóða lyndið, hava vágbingar gjørt av, tá høvi varð at gera innstillingar, at ein klaksvíksdáma, sum hevur búð í Vági í mong ár, átti at fáa heiður.

 

Til lukku, Jórun Hansen. Sera væl uppiborin heiður fyri arbeiði, ið gjørt er í tí stilla, og Vágs kommuna ynskir tær og tínum alt tað besta framhaldandi.

 

##med2##

 

Mentanarnevnd Vágs býráðs og Gudmund Jacobsen og Hjørdis Maria, ið tók ímóti fyri mammu sína, jorun Hansen.