Leygarkvøldið skriva Norðurlandahúsið og Jákup Veyhe søgu, tá ið fyrsta ?stand up? showið nakrantíð verður hildið í Føroyum. Showið ber heitið ?Meðan vit liggja við Kaj?. Hetta er fyrstu ferð, at eitt veruligt ?stand up? verður í Føroyum, og kendi skemtarin og tónleikarin Jákup Veyhe, saman við fleiri av Føroya fremstu tónleikarum, stendur fyri undirhaldinum.
Atgongumerkjasølan hevur gingið avbera væl, og leygarkvøldið er longu útselt, meðan tað framvegis eru atgongumerki eftir til seinnu sýningina, sum verður sunnukvøldið.