Grannauppgerðin verður toppdystur

1. deild: HB greiddi setningin, tá teir mikukvøldið vunnu útsetta dystin móti FS Vágum, og nú kann havnarliðið so at siga sjálvt avgera lagnu sína

FS Vágar-HB 0-2 (0-1)


Setningurin hjá báðum liðum tóktist purastas greiður, tá FS Vágar og HB fóru á vøllin í góðveðrinum vesturi í Sørvági mikukvøldið.

Fyri bæði liðini vóru trý stig av avgerandi týdningi, men orsøkirnar til hetta vóru tó ymiskar. Gestirnir úr Havn høvdu við sigri møguleika fyri at nærkast toppinum á stigatalvuni enn meira, áðrenn teir leygardagin hitta grannarnir, sum í løtuni eiga fyrsta plássið.

Hjá heimaliðnum var øðrvísi statt. Bert tveir javnleikir í seks dystum er langt ífrá nøktandi, og hóast talan var um eina sera trupla uppgávu, so átti hetta at viðført, at vágaliðið blakaði alla trygd fyri borð, og ístaðin gjørdi eina roynd at basa gestunum.


Stóu stillir

Royndin sá tó ongantíð út til at gerast nøkur hóttan, tí satt at siga allan fyrra hálvleik var talan um einvegis ferðslu. HB var snøgt sagt við yvirlutan í øllum lutum.

Bóltførleiki og leikferð var nógv hægri hjá havnarmonnunum, men fram um alt, so tordu teir at spæla. Uttan alt ov nógv hóvasták varð bólturin spældur millum ymsu leikararnar, og sjáldan varð farið til høvuðsleyst sparkarí inn móti brotsteiginum hjá mótstøðuliðunum.

Heimaliðið fekk snøgt sagt ikki eitt bein til jørðina. Fingu teir fatur á bóltinum, varð hesin alt ov skjótt tveittur burtur. Fyrst og fremst tí menn ikki tordu at bjáða seg til, og at avleveringsmøguleikarnir tískil vóru onkustaðni millum fáir og ongir.

Við hvørt varð roynt við langum sendingum fram til Birgir og John, men í luftspælinum vóru Hans og Símun at kalla einaráðandi, so hesum spurdist einki burtur úr.


Andrew revsaði verjuna

HB hevði fleiri upptrekk til opnar møguleikar, men burtursæð frá eini væl sæddari sending frá Andrew til Pætur, varð talan ikki um teir stóru møguleikarnar. Um miðjan hálvleikin fekk Andrew, sum allan dystin var ein støðug hóttan, tó bæði pláss og stundir til at snara sær, og skotið frá brotsteigarmarkinum sat dygst úti við stólpan.

Eitt væl skotið mál, men hinvegin eisini úrslit av vánaligum verjuspæli. Eingin vágamaður tók avgerð um at verja fyri, tá Andrew fekk bóltin, og hetta vórðu teir eisini revsaðir fyri.

Fleiri aðrar ferðir var um reppið, at talan gjørdist um opnar málmøguleikar, meðan heimaliðið allan fyrra hálvleik bert hevði ein rættuligan málvøguleika. Hesin var eisini um at vera upptaktin til ársins mál, men fluktarin hjá Birgiri fór upp um málið, og so var hetta av ongum.


Vardu leiðsluna

Í seinna hálvleiki løgdu gestirnir seg longur aftur á vøllin, og hetta gav so møguleika hjá gestunum at ota seg longur niðan á vøllin.

Hetta eydnaðist eisini hampuliga væl, og tað var sjónligt, at tað hjálpti um spælið á miðvøllinum, at Ari varð trektur inn á vøllin, ístaðin fyri at liggja í vinstra borði, har hann hevði verið fyrra umfarið.

Rættuliga vandamikir gjørdist teir á heimaliðnum tó ikki, tá sæð verður burtur frá deyðbóltsstøðum, har tað einar tvær ferðir var um reppið, at úrslit spurdist burtur úr.

Tað lá tó líka sum í luftini, at tað kanska heldur fór at verða HB, sum avgjørdi dystin við enn einum máli.

Í skjótum mótálopum eydnaðist tað bæði Bárða og Andrew at sleppa leysir, men meðan Bárður ikki fekk nóg gott tamarhald á bóltinum, so bankaði Andrew bóltin upp undir yvirleggjaran og út aftur í spæl.

Talan var eisini um aðrar heilar og hálvar møguleikar, men tá tveir minuttir restaðu at spæla, eydnaðist tað Halli at finna Andrew við eini langari sending, og so avgjørdi vandamikli framherjin dystin.


Eingin uppliving

Sum heild, var talan ikki um nakað fotbóltsupplivilsi. Til tess var munurin millum liðini alt ov sjónskur.

So leingi munurin bert var upp á eitt mál, varð nakað av spenninginum tó varveittur, og flestu áskoðararnir sóu eisini út til at njóta góða veðrið.

Burtursæð frá eini hending móti endanum, tá Darius átti at fingið reyða kortið, fyri at sláa Vagn við álboganum, var talan yvirhøvur um ein »reinan« dyst, har dómarin alla tíðina hevði tamarhald á tí mesta sum fyrifórst.

Tá HB fekk seinna málið, mistu áskoðararnir tó mótið, og hóast tey flestu longu vóru farin vónsvikin avstað, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, so mundu tey tó vera samd um, at dysturin hevði funnið rætta vinnaran.

Skal FS, sum tey rópa tað har vesturi, bjarga lívinum í deildini, verður tað eftir øllum at døma ikki móti HB at hesi skulu fást, var greiði boðskapurin tey fingu mikudagin.



FS Vágar-HB 0-2 (0-1)


0-1: Andrew av Fløtum 25.

0-2: Andrew av Fløtum 88.

FS Vágar:

Remigius Mikoliunis ? Emil Hentze, Darius Magdisauskas, Zilvanuis Zudis, Rimvydas Bakus ? Sjúrður Ellefsen, Hannus Olsen, Eyðfinn Fjalsbak, Albert Ari Thomassen ? Birgir Joensen, John Johannesen


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen ? Hallur Danielsen, Rúni Nolsøe, Rói Árting, Pætur Dahl ? Bárður Mortansson, Andrew av Fløtumacute;larklárt, at danska stjórnin - tað hevur hon sagt - ynskir ikki, at Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tí hevur tað eisini í samráðingunum verið roynt at forða fyri, at man kemur víðari við ætlanunum hjá landsstýrinum. Tí er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum eisini truplari enn tann hjá donsku stjórnini.

-Í Føroyum hava vit ikki andstøðuflokkar, sum siga, at vit eiga at lata landsstýrið samráðast. Vit hava harafturímóti andstøðuflokkar, sum siga, at tað sum landsstýrið ger, er beinleiðis skeivt, og tað siga teir eisini við danskar politikarar og fjølmiðlar. Tað er tað, sum danska stjórnin kann brúka í síni samráðing: tá man fer til harðar samráðingar og har báðir partar hava sínar meiningar og ynski, so er samráðingarstøðan hjá donsku stjórnini sterk, tí hon hevur undirtøku frá flestu flokkum á fólkatingi - hinumegin er samráðingarstøðan hjá landsstýrinum veik, tí her heima er tað ein stórur partur av tí parlamentariska grundarlagnum, sum beinleiðis mótarbeiðir landsstýrinum í samráðingunum.

Tað merkir sigur landsstýrismaðurin víðari, at vóru føroyingar samdir í heildini, at man sjálvandi skal hava eina rímuliga skiftistíð, og at hetta er eitt rímuligt krav frá føroyingum, tí man nú tekur tí fullu ábyrgdina - vit hava eisini verið undir donskum valdi í 600 ár, og tí má man hava eina rímuliga umstillingartíð - so hevði Nyrup ongantíð gjørt tað, sum hann ger í løtuni.

Høgni Hoydal ivast tí ikki í, at hevði Nyrup fingið nóg sterk krøv úr Føroyum og nóg sterka fokusering uppá, hvat føroyingar halda vera rímuligt, so hevði hann heldur ikki spælt út við 4-5 árum.

-Sigur tú harvið, at tað er andstøðan, sum gevur donsku stjórnini trumfkort á hondina fyri at kunna ganga ímóti politikkinum hjá landsstýrinum?

-Eg skal ikki pástanda, at hon ger tað tilvitað, men parlamentariska støðan í Føroyum ger, at Nyrup kann brúkar nakrar trumfir, sum hann annars ikki hevði kunnað brúkt. Tað ger, at hann kann koma við heilt ógrundaðum útmeldingum uttan at hann fær nóg sterkt svar uppá tiltalu.

Hví spyr eingin Nyrup um, hví hann heldur 4-5 ár eru rímulig. Hvat liggur í boðskapinum hjá honum? Eru 4-5 ára skiftistíð rímulig fyri eitt land, sum nú vil vera sjálvstøðugt, meðan eitt land, sum ikki vil vera sjálvstøðugt skal bara hava pengar í allar ævir? Tað hava vit ikki fingið nakra skilagóða grundgeving fyri enn heldur landsstýrismaðurin.