Síðani Taliban-stýrið varð rikið frá valdinum í Afghanistan fyri fimm árum síðani, eru afghansku bøndurnir farnir at dyrka opium sum ongantíð fyrr, men nú skulu teir fáast at dyrka grønmeti ístaðin fyri.
Amerikanska stjórnin hevur gjørt av at fara undir eitt átak, sum skal steðga opiumdyrkingini. Ætlanin er at veita bøndrunum fíggjarligan stuðul, so tað skal loysa seg betur at dyrka grønmeti enn opium, samstundis sum opiummarkirnar verða oyðilagdar. Teir bøndur, sum ikki leggja um við góðum, skulu sektast og kunnu enda í fongsli.
Fylgisveinamyndir hava avdúkað, at opiummarkirnar í Afghanistan eru næstan 80 prosent størri nú enn fyri tveimum árum síðani. ST sigur, at ein triðingur av afghanska búskapinum stavar frá opiumdyrkingi og rúsevnahandli, og at 87 prosent av øllum heroini í heiminum kemur úr Afghanistan.