Gott við onkrum provokerandi ella stuttligum

Songkvinnan Malan Eyðunsdóttir heldur, at Grand Prixið er dekan ov lættisoppað.

 

- Eg havi ongantíð skilt, at summi fólk kunnu vera so stórir Grand Prix-fjepparar. Hóast onkrar perlur hava verið gjøgnum ár og dag, so hevur tað altíð verið dekan ov lættisoppað og kliché-kent. Serliga, nú nærum øll londini eru farin at syngja á enskum. Tað er ringt at hoyra, hvat lag kemur úr hvørjum landi, tí tey líkjast øll eftirhondini.

 

- Tað, haldi eg, er sera harmiligt, tí tað var avgjørt ein av sjarmunum við Grand Prix, at tú kundi hoyra upprunatónleikin og mentanina í løgunum hjá teim ymsu londunum, heldur hon.

 

- Eg skal tó viðganga, at eg ofta hyggi at Grand Prix, tá tað verður víst beinleiðis í sjónvarpinum. Og eg haldi tað vera sera undirhaldandi, tá onkur roynir at koma við onkrum eitt sindur provokerandi og stuttligum. Hóast Lordi úr Finlandi ikki vóru beinleiðis fantastiskir, so bleivst tú tikin á bóli. Hesu ferð haldi eg, at Montenegro høvdu eitt herligt íkast til semifinaluna, sigur Malan Eyðunsdóttir.