Gorm Justinussen 67 ár

Í dag, hin 18. november 2004 fyllir Gorm, húsavørður á Landssjúkrahúsinum seinastu 33 árini, 67 ár og fer sama dag úr starvinum við eftirløn

Gorm er sonur Hansinu úr Kaldbak við ættarbondum sunnan úr Vági og (Líðar) Palla, ættaður av Skipanesi, við ættarbondum til m.a. kendan bátasmið og onnur fróðarfólk úr Nólsoy.

Gorm og tey vóru 8 systkin, harav 7 eru á lívi enn. Tey vuksu upp í "Rabarbukvarterinum" í Havn. Sum ungur var Gorm uppi í ymiskum verkamannaarbeiði, harímillum í handverki, men lærdi síðani til skipstelegrafist í Klaksvík. Har fann hann sær konuna Petru, elstu systir Amariel listamann. Petra starvast í yvir 30 ár sum bókbindirska hjá Helga Justinussen og í dag starvast hon á Hestprent. Hon hevði 9 systkin og foreldur teirra vóru Johan David Matras, útróðrarmann, sonur sjógarpin Jóannes undir Heygnum og Nannu Joensen úr Kollafirði.

Gorm sigldi síðani eitt skifti sum fjarritari við trolara, tó stutt, síðani Petra eyðvitað helst vildi hava hann at vera heima hjá sær og teirra.

8. november 1971 kl. 8 byrjaði Gorm sum húsavørður á Landssjúkrahúsinum, har hann hevur verið óslitið, samvitskufullur og trúgvur í tænastuni til denna dag.

Gorm og Petra bygdu sær eitt væla heim uppi undir Krákugjógv og fingu tey 3 døtur og higartil 9 barnabørn.

Gorm hevur ikki verið hvør sum helst í gerandislívinum á Landssjúkrahúsinum. At vera húsavørður og røkil á landsins størsta og mest fjølbroytta arbeiðsplássi, sum fevnir um arbeiðs- og bústaðarhøli til so fjølbroyttan starvsfólkahóp, hevur kravt myndugleika aftur við smidligheit. Alt tað eg veit um, hevur yvirhøvur bara staðið respekt um persónin Gorm, tann máta hann hevur útint sín fjølbroytta arbeiðssetning yvir fyri høgum so væl sum lágum tvørtur um arbeiðsmørk og allar vegir upp og niður og tvørturum í tí margtáttaða putlispæli, sum Landssjúkrahúsið nú einaferð er.

Gorm hevur við sínum vinnandi verimáta, trúskapi móti yvirvøld og arbeiðssetningi sýnt, at tað bar til at samantvinna egnan autoritet og virðing, aftur við reiðiligheit, hjálpsemi og fólkaligheit, so at tað hevur gingið upp í eina hægri, virðiliga eind.

Havi í myndatalu ofta líknað sjúkrahúsverkið við eitt fjøltáttað maskinarí, har alt má snara hvørt um annað til felags besta og í tí høpi hevur Gorm mangan verið tikin fram sum ein týðandi og virkin partur. So er og hevur verið. "Spyr Gorm." ella "Vita hjá Gormi", hevur ikki so sjáldan verið havt fyri munni og haðani er ein sjáldan farin óhjálpin.

Saman við øðrum góðum fólkum sótu vit báðir í veitslunevndini í meira enn eina fjórðingsøld og hóast tað mangan kendist vera strævið og ótakksamt arbeiði, so var Gorm tann krumtappur, sum vit øll snaraðu um. Tað kendist sum ein fragd og afturvendandi góð uppliving heldur enn nøkur byrða.

Gorm var tann, sum mest av øllum hugnaði um okkum, greiddi tey ofta truplu málini á sín praktiska hátt, elvdi okkum øðrum til og helt ein góðan floksdisciplin. Minnist aftur á, hvussu vakið eyga hann hevði við øllum, bæði undan, undir og aftaná veitslurnar og at hann javnan saman við Helga á Fløtti tók sær eitt talv aftan á upprudding út á næsta fyrrapart áðrenn farið varð heim at sova.
Eitt nevna tey starvsfólkarøkt. Har dugdi Gorm saman við konuni Petru so frágera væl og sum eina sjálvfylgju aftaná veitslustrev at savna okkum til eitt væl uppiborið kokkagildi. Javnan í teirra egna heimi og har manglaði einki, tað skal eg lova fyri.

Góði Gorm, nú tú fyllir 67 og leggur frá tær í arbeiðshøpi, so byrjar hjá tær og partvís hjá Petru við eitt nýtt tíðarskeið við tær sum heimagangandi pensionisti. Tað kann í byrjanini vera trupult, skal eg heilsa av egnum royndum, men tú ert so góður telvari, dámar urtagarðsarbeiði og at røkja tykkara heim. Áður á yngri árum vart tú raskur at svimja og arbeiddi eisini eitt skifti sum lívbjargari í svimjihyli. Tú róði um kapp sum ungur og seinastu 30 árini og til henda dag hevur tú sparkað bólt tíðliga, nærum hvønn leygarmorgun. Vónandi og væntandi finnur tú saman við tínum tykkara hóskiliga stev til eitt eydnusamt og væl uppiborið otium, har tú eisini kann líta aftur á eitt virkið og eydnusamt lívsstarv á Landssjúkrahúsinum, har vit mongu komu at kenna teg sum ein vin fyri lívið.

EyJo