Í summar verður skipað fyri gongutúrum í Suðuroynni, har staðkend fólk eru við. Lagt verður fyri longu nú leygardagin.
Ferðavinnan í Suðuroy, Kunningarstovurnar í Vági og á Tvøroyri fara, framyvir at skipa fyri gongutúrum millum bygdirnar í oynni hvønn leygardag. Málið er at fyriskipa ein túr hvønn leygardag og at tá avtornar, hevur tú møguleika at hava gingið Suðuroynna úr suðri og norðri og eystur og vestur.
Staðkend heimildarfólk eru við á hvørjari gonguferð.
Gongutúrarnir verða lýstir í bløðunum og við uppsløgum hvørja viku.
Bussur koyrir frá Kunningarstovunum til hvønn túrin
Uppmøtingin til gongutúrarnar verður ávikavist á Kunningarstovunum í Vági og á Tvøroyri og bussarnir koyra til byrjunarstaðið fyri gongutúrin. Tá túrurin er liðugur, koyrur bussur aftur til ávíkavist Kunningarstovuna í Vági og á Kunningarstovuna á Tvøroyri.
Byrjar gongutúrurin fyri sunnan Hovsegg, fer bussurin kl. 10.00 av Kunningarstovuni á Tvøroyri og ein hálvan tíma seinri (kl. 10.30) úr Vági til byrjunarstaðið á gongutúrinum. Og hinvegin er gongutúrurin fyri norðan á oynni, fer bussurin kl. 10.00 frá Kunningarstovuni í Vági, og koyrir av Kunningarstovuni á Tvøroyri kl 10.30 til byrjunarstaðið á gongutúrinum.
Eftirsum bussur koyrir, er ikki neyðugt at hava egnan bil til gongutúrarnar.
Vágur ? Famjin longu komandi leygardag
Fyrsti túrurin verður komandi leygardag 19. juni og gingið verður úr Vági til Famjin. Túrurin er lættur at ganga og tekur umleið hálvan annan tíma. Á túrinum er framúrskarandi útsýni vestantil á Suðuroynni.
Bussur koyrir frá Kunningarstovuni á Tvøroyri kl. 10.00 suðureftir og frá Kunningarstovuni í Vági kl. 10.30 niðan til Ryskivatn har túrurin byrjar. Tá túrurin er liðugur stendur bussur fyri gongufólkunum í Famjin og koyrir tey til ávikavist til Kunningarstovuna á Tvøroyri og í Vági.
Vinn eitt gávukort kr. 2000,-
Tey sum tá avtornar hava gingið allar teir fyriskipaðu gongutúrarnar frá leygardegnum 19. juni til seinasta túrin tann 18. september millum Øravík og Vág (sí skránna) eru við í lutakasti uppá eitt gávukort við virði kr. 2000,-.
Vit vóna at vísa norðingum og útlendingum Suðuroynna
Tey sum hava vitjað í Suðuroynni vita, at hon er nakað fyri seg. Og millum gongufólk er hon søgd at verða nakað heilt serligt. Vit kunnu nevna vestursíðuna av Suðuroynni við bjørgunum. Fuglameingi er sjálvandi heilt serstakt, eftirsum flytifuglurin fyrst nemur Føroyaland í Akrabergi. Jarðfrøðisliga er Suðuroyggin serstøk. Og hvør veit um ikki norðingar halda suðuroyingar verða serstakar.
Nú verður høvið hjá teimum, sum ikki hava gingið í Suðuroynni, at koma suður eitt vikuskifti í júst hesum ørindum. Fleiri hús eru til leigu bæði í teimum smærru og størri bygdunum í oynni. Til ber sjálvandi eisini at gista á teimum ymisku gistingarhúsunum í oynni. Ring til Kunningarstovurnar í Vági ella á Tvøroyri fyri nærri kunning og kanska bílegging.
Havi heit og góð klæði, góðar skógvar ella styvlar, matpakka og ein drekkamunn við. Hevur tú kikara og eitt eitt kort yvir økið, har gingið verður við tær, gerst túrurin óiva meiri áhugaverdur.
Kostnaður fyri gongutúrin og busskoyring er kr. 100,- fyri hvønn.
Bindandi tilmelding til túrarnar skal gerast á Kunningarstovuni í Vági á tlf. 374342 ella á 284342 ella á Kunningarstovuni á Tvøroyri tlf. 372480 ella á 284480 í seinasta lagi hvønn fríggjadag 16.00.
Gingið verður millum bygdir eftir varðagøtunum soleiðis, sí eisini bussavheintingartíðirnar:
Túrur nr.
Leygardagur
Hvar
Bussur fer av Kunningarstovuni á Tvøroyri
Bussur fer av Kunningarstovuni í Vági
1
19. juni
Vágur ? Famjin
Kl. 10.00
Kl. 10.30
Jóansøka
2
3. juli
Tvøroyri - Famjin
Kl. 10.30
Kl. 10.00
3
10. juli
Víkarbyrgi ? Akrar
Kl. 10.00
Kl. 10.30
4
17. juli
Hov ? Hovgrímsgrøv ? Øravík
Kl. 10.00
Kl. 10.30
5
24. juli
Famjin - Hov
Kl. 10.30
Kl. 10.00
6
31. juli
Sumba til Víkarbyrgi
Kl. 10.00
Kl. 10.30
7
7. august
Hvalba - Tvøroyri
Kl. 10.30
Kl. 10.00
8
14. august
Øravík - Porkeri
Kl. 10.00
9
21. august
Sumba - niðan á Hestin
Kl. 10.00
Kl. 10.30
10
28. august
Porkeri ? út í víkina (undir Gjánhamarin) ? Hov
Kl. 10.00
Kl. 10.30
11
4. september
Hesturin ? oman í Blæing - Kasparshola - Akraberg
Kl. 10.00
Kl. 10.30
12
11. september
Hvalba ? Sandvík
Kl. 10.30
Kl. 10.00
13
18. september
Øravík ? Vágur
Kl. 10.30
Kl. 10.00