Glyvrakór syngur í Klaksvík

Føstugudstænasta verður í Christianskirkjuni í annað kvøld kl. 20. Kór Glyvra kirkju fer at seta dám á føstugudstænastuna við sangi.

Meinhard Bjartalíð prestur prædikar, og hann stjórnar eisini kórinum.

Kór Glyvra kirkju varð stovnað í 1969. Endamálið var fyrst og fremst at menna sálmasangin í kirkjuni. Hesi seinastu árini hevur kórið lagt seg eftir tí anglikansku sangtraditiónini.

Í 2008 var kórið í Onglandi við tí fyri eygað at nema sær kunnleika og fáa íblástur. Kórið hevur skipað fyri aftansangi eftir enskari fyrimynd í fleiri kirkjum í Føroyum og hevur sungið til mong mentanartiltøk.

Tá fólkakirkjan varð yvirtikin í juli 2007, sang kórið í sambandi við hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum.