Gloymdu mikrofonirnar

Forsetarnir Nicholas Sarkozy og Barack Obama gloymdu eftir øllum at døma, at mikrofonirnar vóru tendraðar, tá teir fyrireikaðu seg til ein tíðindafund í Cannes í Suðurfraklandi nú um dagarnar.

Uttan at vita, at fleiri tíðindafólk hoyrdu teir, fóru teir báðir at práta um ísraelska forsætisráðharran, Benjamin Netanyahu.

-Eg kann ikki tola hann. Hann er ein lygnari, segði Sarkozy.

-Hevur tú fingið nóg mikið av honum? Eg havi stríð av honum hvønn dag, svaraði Obama.

Hendan sjáldsama samrøðan kom fyrst á prent á fronsku heimasíðuni Arret Sur Images, og stutt eftir váttaði ein tíðindamaður hjá Reuters, at hetta var eisini tað, sum hann hoyrdi teir báðar forsetarnar siga.