Gleða seg til Sylla

Fyri góðum tveimum mánaðum síðan gjørdi Amed Davy Sylla, sum áður hevur roynt seg í ÍF og B36, avtalu við Toda Jónsson og FC Amager. Framherjin hevur líka síðan bíða eftir neyðugu pappírunum, og av somu orsøk hevur hann framvegis sín fyrsta dyst fyri felagið til góðar. Nakað, sum venjarin Michael Madsen er argur um. - Tað harmar meg, at vit skulu bíða so leingi – hann er komin higar við konu og tveimum børnum, og tað er synd, at hann bara sleppur at venja. Hann er í góðari venjari, og eg gleði meg til at síggja hann í dysti, sigur Michael Madsen við Amagerbladet.