Kvøða
Jóan Pauli Joensen
Navnamerkið NRF stendur ítøkiliga á klettinum í svalliga skugganum umgyrt av trøllakampum og trøðum, omanvert inngongdina til tey státiligu amtmanshúsini, hvørs grundarsteinur varð lagdur 15. mars 1880, tvey ár áðrenn Niels Ryberg Finsen fekk sítt studentsprógv. Hetta var meðan pápi hansara Hannes Steingrim Finsen var amtmaður. Nær Niels R. Finsen hevur rist sær hetta navnamerkið í klettin veit eg ikki.
Tað er dimmi heldur enn ljós, ið í dag eyðkennir minnisstaðið hjá Niels Ryberg Finsens. Hann sum í síni tíð megnaði at gera ljós til heilivág.
Í sambandi við at tað eru 100 ár í ár síðani Niels R. Finsen andaðist, hevur Listastevnan 2004 eisini tikið vísindi sum part av skránni. Tað eru tveir fyrilestrar, ein eftir Pál Weihe, yvirlækni og granskari um føroyska gransking í alheimshøpi og ein um Niels R. Finsen og ljósviðgerð hansara, eftir Hans Chr. Wulff, professari í ljósgransking á Bispebjerg Hospitali.
Eg havi í dag frá Listastevnuni 2004 fingið tann heiður - her við minnisvarðan - at bera fram eina kvøðu til minnið um hetta læknavísindaliga stórmenni okkara. Tað er so nógv sum kann sigast um henda mann, men eg havi avsetta tíð. Lat meg byrja við at siga eitt sindur um hann og hansara.
Niels Ryberg Finsen var embætismannasonur. Føddur í Tórshavn 15. desember 1860, sonur íslendingin Hannes Steingrim Finsen, ið var fúti og konu hansara Johanne Sofie Forman, ið var av danskari ætt. Niels misti mammuna, tá hann var 4 ár. Pápin giftist uppaftur við einum systkinabarni hennara.
Hannes Finsen varð eftir fútastarvið amtmaður í Føroyum frá 1871 til 1885, tá hann flutti av landinum og gjørdist amtmaður í Ribe i Danmark. Bróðir Niels R. Finsens, Olaf Finsen, var leingi apotekari í Havnini.
Tey fyrstu 14 árini av ævi síni búði Niels R. Finsen í Havn í gomlu amtmanshúsunum. Kanska var dagliga lívið hjá embætismannasoninum og hinum havnardreingjunum ikki júst tað sama, men umhvørvið og føroyska jørðildið í Havnini var tað sama hjá teimum øllum.
Niels R. Finsen gekk í barnaskúla og í realskúla í Havn. Í 1874, knapt 14 ára gamal fór hann á Herlufsholm at lesa til student. Men honum longdist illa aftur til Føroya, og lítið kom burturúr, so lítið, at hann gavst eftir tveimum árum, tí hann ikki varð fluttur upp í flokk. Rektarin helt ikki, at hann hevði evni til at læra.
Niels R. Finsen hevði skyldfólk í Íslandi. Pápin helt tí, at best var at senda hann til skyldfólkini at byrja av nýggjum á Mentaskólanum í Reykjavík. Hann búði hjá ommuni. Studentsprógv fekk hann í 1882 21 ára gamal.
Summarið 1882 var hann í Føroyum og byrjaði sama heyst at lesa til lækna við Universitetið í Keypmannahavn. Við sínum íslendska studentsprógvi fekk hann straks innivist á Garði - Regensen.
Eftir hetta summar í Havn kom hann ongantíð aftur til Føroya, men í Keypmannahavn kom hann nógv saman við íslendskum og føroyskum studentum og tók lut í studentalivinum sama við teimum. Í fríløtunum fjasaðist hann m.a. við bát í Oyrasundi. Helst hevur hann kent seg sum føroying.
Kropsliga merkti hann skjótt, at hann ikki hevði sterka heilsu, men gav longu tá gætur, at sólarljósið gjørdi honum væl. Í 1890 tók hann læknaembætisprógv. Giftist tvey ár seinni við Ingeborg Balslev bispadóttir úr Ribe, sum hann helst hevur hitt í Ribe, har pápin jú varð vorðin amtmaður. Tey fingu 4 børn, men av hesum doyði eitt daggamalt.
Tað var greitt, at hugur hansara stóð til gransking, og hann fekk starv á universitetinum. Hann skrivaði sína fyrstu vísindaligu grein um hvussu ljós ávirkaði húðina longu í 1893.
Skjótt hevði hann vunnið sær so stóran vísindaligan førleika, at hann fekk starv sum professari í læknavísindi í 1898 við Universitetið í Keypmannahavn.
Ljós var hansara granskingarøki burturav, og tað eydnaðist honum at fáa umgjørt elmegi til ljós í serligum ljóslampum - kolbogalampum, ið kundu nýtast í sjúkaviðgerð.
Hann varð skjótt eitt heimsnavn á læknaliga øki sínum og fólk, bæði høg og lág, komu at fáa viðgerð á stovni hansara. Avrik hansara vórðu mett at verða so slóðbrótandi og týdningarmikil fyri læknavísindina, at hann varð innstillaður til Nobelheiðurslønina. Hana fekk hann í medisini í 1903 fyri at hava funnið fram til ljósviðgerðarhættir móti húðsjúkum, serliga teirri sjúkuni sum á latíni eitur lupus vulgaris, sum var ein plága tá í tíðini.
Sjálvur hevði hann longu síðan tíðliga í studentatíð síni verið plágaður av sjúku um hjarta- og lunguleiðina, ein sjúka, sum hevði verið honum til stóran ampa øll manndómsárini og sum gjørdi enda á honum 24. september 1904. Hann var tá bert 43 ára gamal.
Hann var so veikur árið frammanundan, tá hann fekk Nobelheiðurslønina, at hann ikki var førur fyri at fara til Stockholms og taka ímóti henni á hátíðardegnum 10. desember 1903. Í staðin var eitt telegram frá honum, har hann takkar fyri stóra heiðurin, lisið upp.
Maðurin, sum sjálvur brúkti alt sítt lív til at finna viðgerðarhættir, ið kundu linna um hjá sjúkum fólki, doyði sjálvur ungur av sjúku, ið hann onga hjálp fekk fyri. Tað er lagnunnar speisemi.
Havnardrongurin Niels Ryberg Finsen fekk ein tann stórsta heiður, ið ein vísindamaður kann fáa, sjálva Nobelheiðurslønina. Ein heiðursløn, ið ikki bert kastar sín glans á tann, sum fær hana, men eisini á tann stovn, sum vísindamaðurin starvast við og á land hansara. Soleiðis var tað tá, og soleiðis er tað enn. Vit mugu minnast til, at hetta hendi í eini tíð, tá stórar broytingar fóru fram í heiminum á mest sum øllum økjum, eisini í Føroyum, ikki minst tjóðskaparliga og vinnuliga. Tað eru tær modernaðu Føroyar og spírin til tann modernaða føroyingin, ið so smátt byrja at næla. Niels Finsen var ein av hesum spírum, ið gjørdist til heimsvøkstur.
Niels Ryberg Finsen hevði ongar møguleikar havt at gjørt sítt arbeiði í Føroyum, tí hvør her á landi hevði verið so at sær komin at vilja játta honum pening til at spæla sær við ljós fyri. Her var neyðugt við einum størri umhvørvi. Í Danmark fekk hann møguleika at fremja sítt lívsverk og grundleggja tann stovn, sum enn ber hansara navn Finsensinstituttet.
Vísindin og ávøkstur
Vísindin finnir sær megi, har hon verður veitt henni. Tað eru eygu uttan fyri landoddarnar, sum kanska duga betri at síggja førleikan og dygdina - eisini hjá teimum føroysku granskarum, sum í dag gera vart við seg, enn vit her á landi sjálvi duga at síggja.
Tað gerandisliga arbeiðið á landi og sjógvi er dagliga grundarlagið undir eini tjóð sum okkara, men tað sum lyftir okkum uppfrá tí dagliga og flytir okkum fram vísindaliga og mentanarliga eru tey andsmenni, sum eru av slíkum slag, at tey duga at sígga og leita eftir øðrum møguleikum og eftir høpum enn teimum, sum vit síggja í okkara heimablinda gerðandisdegi.
Tað er tað andsmenningarliga, tann kreativi ivin, tann søkjandi sálin, og evnini at síggja ljós og nýggjar møguleikar, sum er tann megin, sum flytir mørk. Tað er tann megin, sum hevur flutt okkum frá steinøldini til tað samfelag, sum vit hava í dag, tað verði seg bæði tað góða og tað ringa.
Niels R. Finsen var ein slík søkjandi sál, sum vit eiga saman við dønum og hví ikki eisini íslendingum. Vit hava fyri langari tíð tikið hann til okkara, reist honum ein minnisvarða longu í 1907 og givið eini gøtunavn eftir honum.
Niels Ryberg Finsen er eins og ommubeiggi hansara Niels Ryberg keypmaður, ið fyri góðum 200 árum síðani m.a. uttan úrslit royndi at venja føroyingar til sjómenn og læra teir at virka klippfisk, ein partur av søgu okkara. Alt kemur ikki beinanvegin, men tað kemur.
Tað, sum vísindin fæst við, ber ikki ávøkstur straks. Tað er tað sum fellir á hellubotn og verður til einkis, men tað er eisini tað, sum kemur í teirri góðu jørðina. Tað er tí neyðugt áhaldandi at stremba víðari fram á eini leið við bæði iva og vónbrotum, men eisini við tí seiggi og við teimum visiónum, ið føra til gjøgnumbrot, flyta mørk, finna og uppfinna.
Hetta verið seg í øllum vísindagreinum, eisini teimum, har vit vaksa um okkara andaliga og mentanarliga lívshøpi sum menniskju og mentanarverur. Tað er tá, vit byggja land, varða um og menna okkara samleika sum menniskju og sum fólk í tíð og í rúmi.
Latum okkum nú, tað eru gott og væl 100 ár síðani Niels Ryberg Finsen fekk Nobelheiðurslønina, heiðra hann við eisini at heiðra tað vísindaliga umhvørvið, sum ikki var tá, men sum vit í dag hava her á landi. Lat okkum virða og varða um, har tað bragdar í, so at vit kenna okkara vitjanartíð, tá hon er har.
Takk fyri.