Givnir at leita eftir norðmonnunum

Í Grønlandi er løgreglan givin at leita eftir teimum báðum norðmonnunum, sum myndugleikarnir hava leitað eftir síðani seinasta fríggjadag. Ein triði norðmaður, sum var saman við hinum, varð funnin deyður mánadagin.

Teir tríggir norðmenninir vóru farnir at veiða síl í eini á nærhendis Syðra Streymfjørðinum, og tað var eisini har, líkið av tí eina varð funnið mánadagin. Síðani hevur løgreglan leitað við tyrlu, men til fánýtis, og í gjárkvøldið steðgaði tann almenna leitingin.

14 norðmenn eru lomnir til Grønlands at leita eftir hinum báðum monnunum. Teir leitaðu allan gjár, men funnu einki. Teir fara afturat leita í dag. Er hendur einki at finna í dag, fara teir væntandi aftur til Noregs í morgin, skriva norsk bløð.