Gitingar: Ancelotti nýggjur Real Madrid venjari

Tað hevur leingi ligið í luftini, at Carlo Ancelotti skal avloysa Jose Mourinho sum venjari í Real Madrid, og nú skrivar eitt av størstu dagbløðunum í Spania, AS, at Ancelotti verður presenteraður sum nýggjur venjari í Real Madrid innan fyri 48 tímar.

 

Sambært dagblaðnum fer Real Madrid at presentera Carlo Ancelotti áðrenn vikuskiftið, og hann skal harvið standa á odda fyri Christiano Ronaldo og liðfeløgum.

 

Ancelotti er enn á lønarlistanum hjá Paris Saint Germain, men sambært AS verða seinastu samráðingarnar millum franska og spanska stórliðið í dag, so Carlo Ancelotti kann gerast Real Madrid venjari.

 

Italiumaðrin sjálvur hevur ongar viðmerkingar til málið.