Gibraltar hjálpir stríðnum fyri olympiskari viðurkenning

Fríggjadagin í farnu viku gjørdist Gibraltar limaland nummar 54 í evropeisku fótbóltssamgonguni, UEFA.

 

Hetta gjørdist veruleiki, hóast Gibraltar ikki hevur fullveldi, og UEFA krevur í sínum lógum, at nýggj limalond skulu verða lond við fullveldi.

 

Gibraltar, hvørs fótbóltssamband varð stovnað í 1895 hevði søkt um UEFA-limaskap, áðrenn lógirnar vóru broyttar fyrst í hesari øldini.

 

Gibraltar sendi tí málið til altjóða ítróttardómstólin, sum gav Gibraltar viðhald, og tískil kundi Gibraltar gerast limaland nummar 54 í UEFA.

 

Stríðið hjá Gibraltar kann hjálpa ÍSF í stríðnum at vinna Føroyum altjóða olympiska viðurkenning, staðfestir ÌSF-forsetin Petur Elias Petersen. Føroyar søktu nevnliga limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC í 1984, heili 8 ár áðrenn IOC broytti lógirnar, sum krevja, at nýggj limalond í IOC skulu hava fullveldi.

 

Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra ÍSF-forsetan, Petur Elias Petersen greiða frá hvussu ÌSF kann nýta stríðið og sigurin hjá Gibraltar í stríðnum at vinna Føroyum altjóða olympiska viðurkenning.