Fyrrverandi Juventus og landsliðsleikarin Gianluca Pessotto er fluttur á eitt sjúkrahús, eftir at hann er dottin út úr einum vindeyga ella av eini tekju í heimstaðnum í Torino.
Tað sigst, at Pessotto hevur fingið stóran skaða, men fjølmiðlar meta ikki, at hann er í lívsvanda. Pessotto spældi 22 dystir við landsliðinum. Hann gavst at spæla fótbólt fyrr í summar, og skal nú virka sum liðleiðari hjá Juventus.
Tað vakti miklan ans í tí italska leirinum, at Pessotto er komin illa fyri. Liðfelagin og vinurin, Fabio Cannavaro, rýmdi av einum tíðindafundi, tá ið hann fekk boðini.










