Gevið okkum fleiri slíkar

StÍF-Neistin 34-34 (18-18):

StÍF og Neistin spældu ein sera undirhaldandi dyst á Skála mikukvøldið, har spenningurin alla tíðina var í hásætinum. Javnleikurin merkir tó í løtuni, at tað vóru strandingar, sum fingu meira burtur úr dystinum

 

Hondbóltur ? menn


Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá tvey av fremstu liðunum i føroyskum hondbólti hittust á Skála mikukvøldið.

StÍF er í løtuni verjandi steypavinnari, og seinnu árini hevur liðið átt eitt fast pláss í hondbóltsoddinum, har teir við eyðkenda ferðmikla hondbóltinum hava verið partur í fleiri av mest undirhaldandi dystunum her á landi.

Mótstøðuliðið, Neistin, hevur aftur í ár eitt sera sterkt lið, og verða teir bláu av mongum mettir sum einastu veruligi avbjóðararnir hjá VÍF í gulldystinum. Nakað, sum kanska eisini varð undirstrikað í javnleikinum í toppdystinum herfyri.


Mansverjurnar munaðu

Hesa ferð var neistaliðið tó eitt sindur skert, tí Heini Joensen noyddist at sita leikbannaður uttanfyri, og fyrstu løtuna av dystinum tóktist hetta eisini at órógva liðið nakað.

Álopsspælinum tørvaði skothóttanir av bakkinum, og tá verjan so heldur ikki var nakað at rópa hurrá fyri, vóru tað vertirnir, sum fingu ta nógv betri byrjanina.

Eitt time-out og eftirfylgjandi mansverja av Costin Dumitrescu fekk tó betri skil á Neistaspælið. Mansverjan skerdi stóran part av álopsvápninum hjá heimaliðnum, og í álopsspælinum fekk liðið nú ferðina upp á eitt støði, sum teir vanliga ikki hava. Kanska júst tí spælið vanliga er bygt kring skothóttanina frá Heina.

Hetta var eisini nakað, sum gav Jacob Jónsson høvi til at sýna, hví hann framvegis verður mettur sum ein hin besti spælarin í landinum. Bæði tá talan var um gjøgnumbrot og fríspælingar var Jacob maðurin, sum Neistin setti álitið á, og um miðjan hálvleikin høvdu gestirnir eisin togað seg upp á javnt.

Stórspælið frá íslendinginum fekk somuleiðis heimaliðið til at fara undir mansverju, men nú tóktist veruligt glið vera komið á Neistan. Ikki minst viðførdi støðan við fimm móti fimm, at lættari varð at finna rásarúm í verjuni, og serstakliga Kári Mortensen og Hans Áki Dal-Christiansen dugdu at gera sær dælt av hesum.

Neistin var mest sum á veg burtur frá heimaliðnum, men stutt undan steðginum fingu teir tvær útvísingar á rað, og so leikaði aftur meira javnt á.


Óneyðugar útvísingar

Hetta við útvísingum skuldi eisini vísa seg at gerast eitt eyðkenni fyri neistaliðið hendan dystin. Ikki færri enn tríggjar ferðir noyddust teir at spæla við tveimum monnum í undirtali, og hóast teir bláu helst vilja vera við, at onkrar av hesum vóru heldur bíligar, so skerst ikki burtur, at fleiri eisini vóru heilt óneyðugar, og tað var kanska fyrst og fremst hetta, sum kostaði teimum sigurin.

Tað var nevnliga soleiðís í seinna hálvleiki, at Neistin fyri ein stóran part royndi at stríða seg inn aftur á strandingarnar, eftir at hesir høvdu vunnið sær fyrimun í yvirtalsstøðum. At fyrimunurin hjá strandingum so ikki gjørdist enn størri kann Neistin bara takka Peturi Magnusson fyri, tá hesin einar tvær ferðir mest sum á rað bjargaði í ein móti einum støðum.


Mundi vent

Sum dysturin leið, so sá alt meira út til, at heimaliðið alla tíðina skuldi halda fast um leiðsluna. Hinvegin sat tað eisini í høvdinum, at Neistin longu tríggjar ferðir í ár hevur vunnið við máli í evstu løtu, og tá teir hálvan triðja minutt fyri leiklok fyri fyrstu ferð í seinna hálvleiki komu á odda, kom hesin varhuga aftur.

Tað eydnaðist tó aftur heimaliðnum at koma á odda, og við kontra máli skutu teir seg aftur framum. Neistin javnaði, men við knøppum minutti eftir á talvuni, hevði StÍF nú allar fyrimunir.

Neistin kundi sum so ikki brúka javnleikin til nakað, tí royndu teir nú at taka strandingar langt úti á vøllinum, men men tað gjørdi so hvørki frá ella til. Nøkur einsamøll fríkøst vórðu úrslitið, og eitt slíkt varð eisini seinasta hendingin í dystinum, men við seks bláum monnum framman fyri sær, kundi Costin ikki hótta málið nakað stórvegis.


Stabiliteturin væntar

Sum sagt, so kundi Neistin sum so ikki nýta úrslitið til nakað sum helst. Teir hava longu leikt ein javnleik í grundspælinum, so hesin merkti í veruleikanum ein stigamiss í mun til oddaliðið úr Vestmanna.

Strandingar fáa hinvegn ? um teir ikki spæla aðrar javnleikir ? fulla úrtøku fyri javnleikin, og hesin prógvar eisini, at teir hava evnini til at blanda seg í oddastríðið.

Stóri trupulleikin hjá teimum tykist tó at vera væntandi stabiliteturin, sum hevur eyðmerkt liðið higartil. Kanska er hetta ein avleiðing av fótbóltinum, sum órógvaði fyrireikingarnar í stóran mun, men um so er, so er helst meira í væntu frá teirra síðu í endaspælinum.

Undir øllum umstøðum mugu føroyskir hondbóltsáskoðarar vóna, at StÍF ? og sum so øll onnur í landinum ? verða partur av fleiri slíkum dystum framyvir. Talan var ikki um teir heilt nógvu áskoðararnar inni á Skála, men tey, sum vóru, fingu so í øllum førum fullan valuta fyri pengarnar.


Dysturin í tølum

StÍF-Neistin 34-34 (18-18)

Málskjúttar:

StÍF: Costin Dumitrescu 11(3), Artur Johansen 8, Leivur Justinussen 6, Bent Djurhuus 4, André Danielsen 2, Sveinur Justinussen 1, Marius Joensen 1

Neistin: Hans Áki Dal-Christiansen 9(3), Kári Mortensen 8, Jacob Jónsson 5(1), John Petersen 4, Ári Rouch 3, Ragnar Stakksund 2, Áki Mørk 2, Karl Oddmar Rasmussen 1

Brotskøst: StÍF 3, Neistin 6

Útvísingar: StÍF 2, Neistin 8

Dómarar úr Tjaldri: Kári Hansen & Trúgvi Mortensen. Hildu sum so gott skil á dystinum, men nakrar hampuliga stórar villur vóru eisini at síggja.