Vindur og kavi hava órógvað ferðsluna kring landið í allan dag, og fleiri staðni er illa koyrandi.
Árni Jacobsen frá Landsverki segði fyri løtu síðani við Kringvarpið, at tað ikki er koyrandi á Oyggjarvegnum og Gjáarvegnum. Har fýkur illa, og klokkan 19 gevast teir at grava har og á Oyndarfjarðarvegnum.
Aðrastaðni kring landið verður givið at grava klokkan 21, og sum heild verður mælt til, at fólk bert koyra á landsvegunum, um hetta er átrokandi neyðugt. Og eftir klokkan 21 er als ikki ráðiligt at koyra.










