Gamla hetjan skal fáa United á rætt kjøl

Manchester United hevur í morgun sett Ole Gunnar Solskjær til høvuðsvenjara restina av kappingarárinum.

 

Mong minnast brøgdini hjá norðmanninum í reyðu troyggjuni. Hann skoraði 126 mál í 366 dystum, tey árini hann spældi fyri felagið, frá 1997 til 2006. Minniligast mann vera sigursmálið í Champions League-finaluni í 1999, móti Bayern München.

 

Í 2008 bleiv hann venjari hjá eykaliðnum hjá felagnum, men stutt seinni fór hann til Molde. Har vann hann tvey meistaraheitið á rað, áðrenn boð vóru eftir honum í Cardiff í januar 2014.

 

Í Onglandi gekk minni væl og steðgurin gjørdist tí bara átta mánaðir, áðrenn leiðin lá heimaftur til Molde.

 

Hann tekur við starvinum í Manchester beinanvegin og fær Mike Phelan afturat sær sum hjálparvenjara, meðan leiðslan fer at leita eftir eini varandi loysn, skrivar heimasíðan hjá felagnum.

 

- Manchester United er í mínum hjarta og tað er fantastiskt at vera komin aftur í hesum leiklutinum. Eg gleði meg at arbeiða við talentfulla hópinum, starvsfólkunum og øllum í felagnum, sigur Ole Gunnar Solskjær við heimasíðuna hjá felagnum.