Talan verður um ein útlendskan og ein føroyskan bólk, ið verður lagdur aftrat skránni fyri tónleikafestivalin í Gøtu í summar.
Føroyski bólkurin er ein gamal kenningur. Knút, sum Knút Háberg Eysturstein kallar seg, kemur aftur í ár at spæla á G! Hann verður fløguaktuellur, tí fløgan On High er á trappuni og hevur leirvíkingurin boðað frá útgávukonsert í Perluni í Havn 11. juli.
Hitt navnið hevur ongantíð verið á G! áður. Talan er um einmansbólkin Sun Glitters úr Luksemburg, ið sambært gfestival.fo spælir dreymakendan elektroniskan tónleik.
Herfyri boðaði G! á miðjari nátt frá, at bólkurin King Midas Sound ikki kemur á festivalin kortini. Um Sun Glitters er avloysarin fyri King Midas Sound siga fyriskipararnir einki um í hesum umfari.
Nephew, Ásgeir Trausti, Laid Back, Alina Devecerski, Karin Park, Reptile Youth, Teitur, Eivör, Byrta, Hamferð og Marius Ziska teljast millum bólkarnar, ið fara at framføra á G! í summar.
Hoyr lagið Growing Old hjá Knút og Too Much To Lose hjá Sun Glitters niðanfyri
Mynd: Uni Árting hevur gjørt húsan hjá Knút