Gíslatøkan í Manila fær avleiðingar

Løgreglan í filipinska høvuðsstaðnum Manila hevur verið fyri hvøssum atfinningum fyri framferðina í sambandi við gískatøkuna í býnum mánadagin. Alt endaði í einum blóðbaði, tá umleið 200 løgreglumenn lupu á bussin við gíslarænaranum og teimum 25 gíslunum, og tað hevur nú kostað fýra leiðandi løgreglumonnum starvið.

Teir átta gíslarnir, sum doyðu, vóru úr Hongkong, og myndugleikarnir har hava funnist hvassliga at framferðini hjá løgregluni. Tað hava tey, sum sluppu frá tilburðinum á lívi, eisini gjørt, og løgreglan viðgekk longu mánakvøldið, at hon hevði gjørt mistøk.

Løgreglustjórin, Agrimero Cruz, sigur við fjølmiðlarnar, at fýra leiðandi løgreglumenn, sum høvdu ábyrgdina av tí, sum hendi mánadagin, eru loystir úr starvi, meðan málið verður kannað.