SENDING
Við framkomnari GPS útgerð sum vegvísara stevndu teir fýra, teknikarin Pauli, kenda føroyska morgunrøddin Elis og tvær ferðir Kári ávíkavíst Olsen og Sólstein móti Århus týsdagin. Ørindini vóru næsta morgun at senda eyðkendu føroysku morgunsendingina Góðan morgun Føroyar beinleiðis úr Århus sum partur av einari rundferð í Danmark.
Undan Århus høvdu teir verið í Hirtshals og Ålborg. Esbjerg var á skránni hósmorgunin, og fríggjamorgunin varð vitjað í Odense.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Prát og tónleikur
Leisturin hjá teimum fýra hendan mikumorgunin er einfaldur: Prát og tónleikur. Og har er ovmikið av fólki at práta við. Fólk standa mestsum í bíðirøð fyri at sleppa framat mikrofonunum. Prátað verður um leyst og fast, og, sum sagt verður í einum práti, verða teir mest kritisku spurningarnir goymdir til næstu sending. Prátað verður við føroyingar í Århus, sum á ein ella annan hátt hava nakað spennandi at siga frá. Alt frá klaksvíkspráti við fyrrverandi timburhandilssstjóra til prát um lestrarumstøður og arkitektur.
Teir tríggir hugnaligu vertirnir nýta sítt arbeiði ein mikumorgun í Danmark, og teknikarin fær alt at hanga saman. Og tað er ikki heilt frítt, at teir skjóta eitt sindur eftir hvørjum øðrum.
Tónleikurin er sum sagt væl umboðaður. Maria Guttesen, Petsi Tvørfoss og Høgni og Finnur spæla beinleiðis umvegis ISDN sambandið í Århus í føroyska Kringsvarpinum.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Hvad laver I?
Sendingin mikumorgunin fær eina heilt óvæntaða byrjan, tá Elis Poulsen brýtur seg leyssan frá handritum, ið segði, at hann fyrst í sendingini skuldi koma gangandi inn í Àarstovu, sum er hølið hjá Føroyingafelagnum í Århus, og fólk fagna honum við lógvabrestum. Men heldur velur Elis at práta eina løtu við nakrar arbeiðsmenn uttan fyri Áarstovu, sum neyvan kenna kenda útvarpsverin, eiheldur Góðan morgun Føroyar.
Men tað er ikki nakað, sum órógvar hinar útsendu úr føroyska Kringvarpinum ella sjálva sendingina. So hvørt sum sendingin líður, verður stevið lættari, og prátini tykjast at ganga enn betri og betri. Og soleiðis gongur tíðin skjótt hendan heldur óvanliga morgun fyri føroyskar danir í Danmark.
Síðsta sendingin í røðini verður sum sagt send úr Odense fríggjamorgunin.