Dragon 12 drekin hevur framleitt streym á netið hjá SEV

SEV boðar frá, at nýggjasti og størsti drekin hjá Minesto, sum hevur fingið navnið Luna, varð settur út í sundið fyri nøkrum døgum síðani, og Minesto boðar í dag frá, at fyrstu kWt eru framleiddir inn á netið hjá SEV.

Nýggjasti og størsti drekin hjá Minesto, sum hevur fingið navnið Luna, varð settur út í sundið fyri nøkrum døgum síðani, og Minesto boðar frá, at fyrstu kWt eru framleiddir inn á netið hjá Sev.


Niðanfyri er videoklipp frá Minesto, sum vísir 28 tons tunga drekan verða heysaðan av kai kantinum í Vestmanna, sleipaðan út í sundið av sergjørda bátinum, og eisini eru myndir, sum vísa eitt sindur av mekanikkinum inni í drekanum.

 

https://youtu.be/A9aYMGYO_ZA?si=jRIjwd1BxLWeAfdL&t=1