Fyrstu kvinnur handan rættið í Saudi-Arabia

Á midnátt varð søga skrivað, tá heimsins síðsta forboð ímóti at kvinnur kunnu koyra bil var tikið av

Á midnátt varð søga skrivað, tá heimsins síðsta forboð ímóti at kvinnur kunnu koyra bil var tikið av.

 

Ídnar kvinnur settu seg fyri fyrstu ferð handan rættið í Saudi-Arabia, tá forboðið varð tikið av á midnátt.

 

Tað var ein eydnusæl løta fyri saudiarabiskar kvinnur, sum higartil hava verið bundnar at manni sínum, brøðrum ella øðrum monnum fyri at fara grundleggjandi ørindi í bili.

 

– Eg eri málleys. Eg eri so hugtikin av, at tað í veruleikanum er hent, sigur Hessah al-Ajaji, sum koyrdi við Lexusbilinum hjá húskinum eftir høvuðsgøtuni Tahlia Street eftir midnátt.

 

Í morgun kann hon á fyrsta sinni sjálv koyra til arbeiðis í Saudi-Arabia.

 

Í næstan 30 ár hava saudiarabiskar kvinnur og menn, sum stuðla teimum, kravt, at kvinnur skulu hava rættindi at koyra bil sum í øllum øðrum londum í heiminum.

 

Kvinnur, sum gjørdu ímóti forboðnum, vórðu handtiknar. Og í 1990 varð bannið skerpað soleiðis, at tær eisini kundu missa starvið og fáa forboð fyri at fara uttanlands í eitt ár, um tær váðaðu sær at koyra bil.

 

Ultrakonservativa Saudi-Arabia hevur leingi ávarað um, at tað vildi verið ein synd, um kvinnur fingu loyvi at koyra bil, eins og tað kundi føra til happing.

 

Kritikkurin av rætti kvinnurnar at koyra bil hevur tó verið skerdur, síani Salman kongur í fjør boðaði frá, at hann fór at seta úr gildi forboðið.

 

Men samstundis vóru minst 10 av teimum, sum stríðast fyri rættindum kvinnurnar, handtikin bara fáar vikur áðrenn, at forboðið varð sett úr gildi. Tað var fyri at signalera, at tað framvegis er kongurin og valdsmikli sonur hansara, Mohammed bin Salman, krúnprinsur, sum gera av, hvussu skjótt broytingarnar verða framdar.

 

Nógv tær flestu kvinnurnar í Saudi-Arabia hava framvegis ikki koyrikort, og tað eru langar bíðitíðir til koyrifrálæru í stóru býunum.

 

/ritzau/AP