G! festivalurin boðar frá, at umleið 1.200 tjaldarar eru fluttir inn á tjaldingarøkið á Mortansstovubønum í Norðragøtu. G! Festivalurin 2013 er sostatt farin av bakkastokki. Fyrsta náttin gekk uppá stás, siga G! fólkini.
Í dag kl. 12 letur sjálvt festivaløkið upp. Og beinanvegin verður møguleiki hjá teimum, ið hava hug til tess, at njóta eitt nú hitapottarnar og saunu, Beduintjaldið og Karmakanónina, sum fer at seta sín dám á festivalin í Syðrugøtu. G! bjóðar í ár øllum vælkomnum á festivaløkið frá kl.12 til 16. Soleiðis hava øll eisini tey uttan armband, møguleika fyri at uppliva stemningin og tey mongu tilboðini á festivaløkinum.
Formliga skráin byrjar kl.16. Nøvnini í dag eru svenska Alina Devecerski og føroysku Byrta, Marius, Benjamin, Frostfelt og Sigmund. Haraftrat eru danski bólkurin, Reptile Youth, sum hevur fingið góða miðlaumrøðu fyri sínar villu live framførslur.
Málmhøvdini kunnu uppliva íslendsku Angist og føroysku Earth Divide. Tey sum eru til elektroniskan dansitónleik kunnu fara í Grundina at lurta eftir Sugardaddy & Honeypie, Herr Gott, umframt Lula Rose úr Týsklandi.









