Fyrsta fløgan frá Proclaim

Leingi hevur verið bíðað eftir fløguni hjá Proclaim. Og nú er hon umsíður komin. Proclaim gav hesa vikuna út fløguna við heitinum Grateful við 11 sangum, og sum limirnir í bólkinum sjálvir hava gjørt.

? Vit hava roynt at havt greiðar tekstir, sum millum annað at staðfesta, at Gud er til og at hann ynskir at frelsa tann einstaka, sigur forsangarin í bólkinum, Bjartur F. Johannesen.

Hinir limirnir í bólkinum eru Jens Súni Hansen, trummur; Bárður Reinert Poulsen, bass; Pauli Reinert Poulsen, guitar og Jákup Justinussen, tangentar.

Fløgan, sum er útgivin av Heimamissiósnforlagnum, fæst kring alt landið og kostar 169 kr.