Fyrireika lutaíbúðir í Leirvík

Eysturkommuna arbeiðir í hesum døgum við eini ætlanum um at fara undir bygging av lutaíbúðum á einum øki í Leirvík.

Fundur hevur verið millum kommununa og Húsalánsgrunnin um hesa ætlanina. Henda ætlanin kann verða framd sunnanfyri Giljagarð, sum er eitt sambýli, ið varð tikið í nýtslu í 2004.

Á býráðsfundi herfyri varð upplýst, at Húsalánsgrunnurin er áhugaður í hesi verkætlanini og er sinnaður, um møguligt at fara í gongd við hesa ætlanina beinanvegin.

Tá málið hevði verið umrøtt á býráðsfundinum varð atkvøtt um tað, og var tað einmælt samtykt at fara í holt við tað, saman við Húsalángrunninum.