Fýra av fimm veddingarfyritøkum lata ikki odds uppá sigur til Estland

Altjóða veddingarfyritøkur halda, at tað er givið, at Estland vinnur á føroyska mansflogbóltslandsliðnum í kvøld

Mynd: fbf.fo

Í kvøld verður ein søgulig hending í føroyskari flogbóltssøgu.

 

Føroyar hava áður tikið lut í C-EM kappingum, norðurlanda-kappingum, NEVZA-kappingum og oyggjaleikum í flogbólti, men aldrin í EM-undankappingum sum vit kenna tað í fótbólti og í hondbólti. 

 

Nú taka føroysku A-landsliðini hjá kvinnum og monnum lut í EM-undankappingum, og í kvøld skal tann fyrsti dysturin spælast á heimavølli í høllini á Hálsi í Havn. 

 

Klokkan 19 í kvøld spælir føroyska manslandsliðið dyst móti Estlandi, ið er ein sera sterk flogbóltstjóð.

 

Farna mikudag spældu Føroyar móti Belgia á útivølli í Beveren. Føroyar taptu 3-0, og vóru ruddiliga við undirlutan í fyrsta og í triðja settinum. Í øðrum setti gekk tó á eini leið.

 

Belgia – Føroyar 3-0 (25-7, 25-15, 25-9)

 

Føroyski mennirnir høvdu tað mangan ringt at knógva liðnum hjá Saareema á oyggjaleikunum í farnum døgum, og tá er Saareema bara ein lítil partur av Estlandi.

 

Estland er so stórur favorittur at vinna á Føroyum, at tvær altjóða veddingarfyritøkur hava strikað oddsini uppá dystin. Fimm altjóða veddingarfyritøkur lata odds uppá føroyskan sigur, og tey oddsini liggja millum 10,00 og 28,00.

 

Bert tann eina av hesum fimm veddingarfyritøkunum letur odds uppá estiskan sigur. Hjá hinum fýra veddingarfyritøkunum er tað givið, at Estland vinnur. Tí vera eingi odds latin fyri estiskan sigur.

 

Tann eina veddingarfyritøkan bjóðar 1,01 í oddsum uppá estiskan sigur. T.v.s. 100 krónur settar uppá estiskan sigur geva ein vinning uppá 101 krónur.

 

Her ber til at síggja oddsini, og tey strikaðu oddsini: 

 

##med2##

 

Mynd: fbf.fo