Funnu Rana klokkan 13:44

Sambært løgregluni endaði leitingin eftir Rana í Billustovu klokkan 13:44, tá líkið varð funnið innast í Rættargjógv.

Í dag klokkan 13:44 varð líkið av einum manni funni í sjónum innast í Rættagjógv.

 

Tað sigur løgreglan í fráboðan. Víðari verður sagt,  at líkið varð bjargað og flutt umborð á Brimil og síðani ført til Havnar.

 

Endalig eyðmerking er ikki gjørd, men alt bendir á at talan er um tann saknaða 20 ára gamla Rana í Billustovu úr Oyndarfirði, sum hevur verið saknaður síðani leygarmorgunin hin 28. december 2013.

 

 

Tað hevur annars verið ein stór og umfatandi leiting gjørd í allan dag, har umleið 400 sjálvboðin fólk og umleið 70 bátar hava luttikið. Leitað hevur verið sera víða bæði á landi og sjógvi. 

 

 

Brimil, Tjaldrið og Hvidbjørnen samskipaðu leitingina á sjónum við hjálp frá eitt nú bjargningarbátunum Lív, Ziska og  Sverri. Eisini hevur tyrlan luttikið í leitingini. 

 

 

Løgreglan sigur, at tey avvarðandi eru sera takksom fyri alla hjálp og stuðul, tey hava fingið og vilja takka øllum, ið hava luttikið í leitingini.