Fullsett til báðar sýningar í Vestmanna

- Fleiri fólk eru á bíðilista, og tí er tað av týdningi at boða kommununi frá, um tað er onkur, sum hevur fingið pláss, ið ikki kann møta kortini, siga tey í Vestmanna kommunu í dag

- Stórur áhugi er fyri at síggja heimildarfilmin “Róin – Spælimaðurin við heimsins enda”, sum er um vestmenningin, Róin Siggertsson.

 

Tað vita tey í Vestmanna kommunu at siga í dag. Tað er fultteknað til báðar sýningarnar, sum verða í Vestmanna í kvøld.

 

- Fleiri fólk eru á bíðilista, og tí er tað av týdningi at boða frá, um tað er onkur, sum hevur fingið pláss, ið ikki kann møta kortini, so plássið kann gevast víðari til onnur.

 

Í Vestmanna kommunu siga tey, at boðast kann frá við at seta seg í samband við kommununa á 770100 ella vestmanna@vestmanna.fo.

 

- Faer Isles Distillery hevur opið í kvøld, har Róin fer at spæla nøkur løg frá umleið klokkan 20.30, verður lagt aftrat.