Full bingja av klæðum frá Reyða Krossi

Fríggjadagin fór ein 20 fót bingja við 25 rúmmetrum av klæðum frá Reyða Krossi Føroya av landinum

 

Reyða Kross Føroya


Reyði Krossur Føroya sendi fríggjadagin eina 20 fót bingju av góðum og brúktum klæðum við skipi hjá Skipafelagnum Føroyar.

6 ? 8 kvinnur, sum í vetur hava savna inn klæðir fyri Reyða Kross Føroya endaðu vetrararbeiði fyri at halda summafrí ? samstundis kundi mannliga hjálpin í felagnum stappa umleið 25 rúmmetur af góðum klæðum í bingju, sum nú fer til ein innsavningarmiðdepil hjá Dansk Røde Kors.

Klæðini eru komin úr øllum Føroyum, tó mest úr Vági og Havn.

Klæðini eru øll eftirhugd og pakkað til kyn og støddir. Tað eru rættiliga góð klæði, ið eru send víðari. Klæði, ið ikki eru rein ella við løsti á, verða ikki send av landinum.

Í innsavningarmiðdeplinum verða klæðini flokkað einaferð afturat til heit og køld øki.

Síðan verða tey pakkað nøkulunda, sum vit plagdu at pakka saltfisk, í hessianposa uttan á plastposa sum viga 25 kg hvør. Tá kunnu klæðini kastast úr tokvognum, tyrlum o.s.v. og flytast víðari, sjálvt eingi flutningsfør uttan trillubørður, ásin o. l. eru at taka til.

Reyði Krossur Føroya takkar øllum gevarum og hjálparum, og ikki minst Skipafelagnum Føroyar, sum í meira enn 50 ár hevur flutt klæðir o. a. úr Føroyum til neyðstødd runt um í heiminum ? í 1947 fluttu teir saltfisk til Grikkaland, um hetta kann lesast í minnisritinum Reyði Krossur Føroya 1926 ? 2001.