Frystigoymslan frískar umhvørvið í Ánunum

Seinni í vár verður frystigoymslan í Ánunum tikin í nýtslu

Vinna

 

 

Nýggja frystigoymslan, sum felagið aftanfyri Christian í Grótinum og Norðborg byggir saman við Kjølbro og Faroe Ship, stendur nú at síggja til liðug í Ánunum.

Men liðug er hon ikki kortini, ikki heilt.

Bogi Rasmussen sigur, at ytri parturin á sjálvari goymsluni er liðugur, men enn er væl eftir at gera innandura.

- Hampast skal eisini um økið rundan um goymsluna, so tað verður arbeiðssligari og sær nossligari út, og síðan verður goymslan ætlandi klár at taka í nýtslu til várs.

Hann sigur, at tað verður Faroe Ship, sum kemur at standa fyri sjálvum rakstrinum av frystigoymsluni, sum annars kemur at geva feløgunum nógv betri møguleikar við uppskiping og goymslu.

- Hetta er ein neyðug íløga, sum fer at gera umstøðurnar – bæði hjá okkum og øðrum - nógv betri, sigur Bogi Rasmussen.