Fryst list

Okkurt skulu tómar hendur gera, verður tikið til. Og tað gera tær av og á og onkutíð kemur bara væl burturúr

Hugflog

Tað er ikki so langt síðani, at vágbingar fríðkaðu bygdina við einum tríhyrningi við sandin, har eittnú nýggjárstiltakið vanliga fer fram.

Kavalist er ikki ókend í øðrum londum og henda listagrein er eisini komin til Føroya. Í kavanum um vikuskiftið hava virkisfúsir unglingar í Vági nýtt hugflog og skapandi gávur sínar og sett ein kavaskapnig í tríhyrningin. Listarliga er hetta so væl frágingið, at orð nærum eru óneyðug.


Neyðarróp?

Í bítandi kuldanum ber tó til at hugleiða. Hvørt standmyndin í tríhyrninginum er ímyndarlig, ella ikki, skal her verða ósagt. Men veruleiki er, at serliga í sunnaru helvt av Suðuroynni hava burðartølini ikki verið tey vakrastu. Um hetta so er ein staðfesting av hesum, ella ungu listarmenninir hava reist eitt verk, grøðini at frama, er ilt at meta um.

Sigandi frostmyndin stendur so errin á myndini, men tá lesarin lesur hesar reglur, er standmyndin dovnað og burtur, orsakað av fløvandi sólargeislum og regni. Nú er alt bara minnir, sum skaldið tók til.

Baksíðuteknarin í Sosialinum sigur so rámandi, at »alt stendur í Sosialinum«! Um frostmyndin gjørdi ítøkiligan mun, ella nú bert stendur eftir í huganum á áskoðarunum, kann bert tíðin vísa.