Fróðskaparsetursstavivillur og málvillur!?!

Í Sosialinum er hálvsíðulýsing frá Fróðskaparsetri Føroya viðvíkjandi mentanarnáttartiltaki.

Har stendur m.a.:

“tiltakið verður fyriskipa (skal vera fyriskipað).

Dyrnar lata upp (ber tað til?).

New Zealand (Nýsæland á føroyskum).

við súltitøj (skal vera við súltutoyi).”

Onkur kommavilla er eisini.

Hatta skrivið varð sent frá Fróðskaparsetri Føroya, sum, sigur Setrið sjálvt, er eitt “universitet”!?!

O, MÓÐURMÁL! Hvar enda vit?

Eg endurtaki: Tað, sum nógvir føroyingar við 7 ára skúlagongd dugdu at stava, duga fleiri av teimum lærdu ikki í dag! Hví?

Við málampakvøðu

Eyðun á Borg