Frískúli fær alsamt størri undirtøku

Hoyr reportasjuna um frískúlan hjá Kelduni í Skálabotni, sum var á Rás2 í dag

Í sendingini úr Runavíkar kommunu í dag vitjaðu vit frískúlan hjá Kelduni í Skálabotni.

 

Í sendingini prátaðu vit við skúlastjóran, Jastrid Høj, læraran Mariu á Boðanesi, sum eisini hevur undirvíst í vanligum fólkaskúla, umframt, at vit vit prátaðu við Martin Óla úr Søldarfirði, og við Angelu úr Skálabotni, sum ganga í 4. flokki á frískúlanum.

 

Talan er um ein øðrvísi skúla, har stórt atlit verður tikið til tann einstaka næmingin, og har høgt verður gingið uppí góðar leiðreglur. Jastrid Høj undirstrikar, at tey kristnu virðini eiga sína nátúrliga part av gerandisdegnum hjá næmingum og lærararum, men næmingarnir læra um alt millum himmal og jørð, sum Jastrid Høj tekur til.

 

Tað ber til at hoyra sendingina uttan tónleik við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini. Ljóðfílan er 35 minuttir til longdar, og tí er týdningarmikið, sum við t.d. YouTube at lesa ta bláu strikuna inn fyrst, áðrenn byrjað verður at lurta.