Friðarlig nátt

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, verður sagt av politistøðini.

Tað hevur verið stak friðarligt í nátt, verður sagt av politistøðini.

 

Tað hevur einki verið at frætt um nakran ófrið av bátastevnuni í Vestmanna í nátt. Tað einasta, vakthavandi kundi siga, var, at ein bilførari var tikin fyri spirituskoyring.

 

Hetta hendi í nátt í Klaksvík. Annars hevur einki hent, sum hevur kravt, at politiið kom upp í leikin.