Bygningurin hjá Frelsunarherinum í Tórsgøtu er nú liðugt umvældur. Stóra umbyggingin hevur tikið 1 ár, og nú eru hølini klár at taka í nýtslu aftur.
Í samband við hetta verður hátíðarhald vikuskiftið 11. til 13. oktober 2012.
Fríggjadag 11. okt. kl. 18 Vígsla
Leygardag 12. okt. kl. 18 Møti
Sunnudag 13. okt. kl. 11 Halgunarmøti og Sunnudagsskúli
kl. 17 Møti
Í samband við vígsluna fær Frelsunarherurin vitjan av nýggju kommandørunum Dick og Vibeke Krommenhoek, saman við feltsjefinum, Anne Lise Undersrud.
Eisini verður høvi at hitta nýggju divisiónsleiðarar, major Gunnar og Ida Karin Eide.
Umboð fyri FEAS verða eisini til staðar til vígsluna. FEAS ella Frelsesarmeen Ejendomme A/S er felagið, ið eigur bygningin, og sum hevur staðið fyri umbyggingini, skrivar Frelsunarheruin á síni heiamsíðu.