Framtíðin og felagsskapurin

Løgting og landsstýri eru sett undir umsiting av donsku stjórnini.

Fremmanda umsitingin verður staðfest í einum átaki frá donsku stjórnini um at seta í gildi eina langa røð av hernaðarligum revsi-, rættargangs- og heimarættarlógum.
Tað ber til at knúska løgtingið eina ferð, so fer tað at bera til aftur og aftur, siga sjálvt sambandsmenn í dag.
Talan er ikki um fløktar lógartekniskar misskiljingar, men um lóggávu, sum er í skerpandi stríð við vilja løgtingsins, soleiðis sum hann kom til sjóndar í tingmáli nr. 14/2001 um avtøku av hernaðarligu revsi- og rættargangslógini.
Har samtykti eitt samt løgting tilmæli frá eini samdari rættarnevnd, sum m.a. segði:
?Nevndin er samd við landsstýrinum í, at ikki er tørvur á hernaðarligum revsi- og rættargangslógum fyri Føroyar.
?Viðurskiftini hjá hernaðarmyndugleikum í Føroyum eru nóg væl nøktað við lógarreglunum í vanligu revsilógini kapittul 12, 13 og 14 og í teimum vanligu sáttmálaligu møguleikunum, sum hernaðarvaldið hevur mótvegis starvsfólki sínum.
?Ein samd nevnd mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Danska stjórnin virðir ikki hesa løgtingssamtykt og setur sín egna politikk í verk mótvegis viljanum hjá Føroya Løgtingi.
Tá danska stjórnin av sínum eintingum tekur sær rættin til at lóggeva yvir høvdin-um á løgtinginum, er talan um sera álvarsligan ágang móti stýrisskipanarviðurskiftum Føroya og harvið øllum Føroya fólki.
Hóast tað er samtykt eina ferð, at vit ikki vilja vita av hesum hernaðarfjasinum hjá dønum, so er løgtingið nú fyri aðru ferð farið undir at reka hesa atsókn aftur.
Men um tað nú miseyðnast okkum at fáa lóg og landaskil at galda aftur; hvat so?
Um nú danir fara at siga okkum, at tað eru teir, sum siga hvar skápið skal standa, og at føroyska stýrisskipanarlógin bara hevur avmarkað virði; hvat so?
Um teir nú fara at svara aftur, at løgtingið ikki so frægt sum eigur heimarætt heima hjá sær sjálvum; hvat so?
Í átaki sínum hava danir skipað eitt brúgvarhøvd inni í føroyska lóggávukervinum.
Nógv verður møsnað um, um løgmaður hevur vitað av tí ella ikki, men er tað ikki eitt feitt?
Danir kenna vilja løgtingsins frá 22. nov. 2001, og danir kenna føroysku stýrisskipanarlógina, sum í §48 sigur:
?Uppskot til ríkislógartilmæli, ið løgtingið hevur samtykt, fær gildi, tá ið tað seinast 30 dagar eftir endaligu samtyktina er staðfest av løgmanni og sent ríkismyndugleikunum.

Danir hava fingið hesa samtykt løgtingsins eftir bókini, men teir virða hvørki løgtingsins samtyktir ella føroyska fólkaviljan.
Hesum fara vit ikki at finna okkum í.
Vit føroyingar fara gjøgnum fólkav aldu umboðini á tingi at krevja, at lóg og landaskil verður hildið.
Soleiðis sum støðan er í løtuni, so eru vit fleiri, ið ætla at geva dønum ein skarpan gang í hesum máli, og áhugavert verður at síggja, hvussu sterkir vit standa, tá av tornar.