Eftir at hann í gjár hitti allar floksformenninar, hevur íslendski forsetin, Ólafur Ragnar Grímsson, nú gjørt av at heita á formannin í Framsóknarflokkinum, Sigmund Davið Gunnlaugsson, um at skipa stjórn. 38 ára gamli Sigmundur Davið Gunnlaugsson er boðsendur at møta á fundi við forsetan á Bessastøðum klokkan 11.30 í dag, sum er nú klokkan 12.30 føroyska tíð.
Framsóknarflokkurin stóð seg ógvuliga væl á altingsvalinum leygardagin. Saman við Sjálfstæðisflokkinum er Framsóknarflokkurin størstur í nýggja altinginum. Flokkarnir eiga 19 tingmenn í part. Hóast Sjálfstæðisflokkurin fekk eitt sindur størri undirtøku millum veljararnar enn Framsóknarflokkurin, so hevur forsetin heitt á formannin í Framssóknarflokkinum um at skipa stjórn. Íslendskir fjølmiðlar siga, at forsetin man hava tikið hesa avgerð, tí Sigmundur Davið Gunnlaugsson eigur størrri undirtøku í hinum flokkunum enn formaðurin í Sjálfstæðisflokkinum.