Eystari landsrættur fríkendi í dag ein mann, sum var ákærdur fyri at hava dripið konu sína fyri 10 árum síðani Maðurin, sum er av pakistonskum uppruna, var ákærdur fyri at hava skotið konuna, tá tey vóru í Pakistan og ferðaðust í 1998.
Konan var eisini av pakistonskum uppruna, og vitni greiddu frá, at tað var maðurin, sum skjeyt hana í ryggin.
Málið kom fyri eitt nevningating, sum fríkendi mannin í dag. Nevningarnir hildu ikki, at vitnini í Pakistan vóru álítandi, og at tað tí ikki var grundarlag fyri at døma mannin.