Fornfrøðiligar kanningar í Øravík

Fornminnissavnið gjørt kanningar í samband við vegin til nýggja tunnilin Øravík - Hov

Tíðindaskriv frá Føroya Fornminnissavni


Seinastu tíðina hava fólk undrast á, hvat fór fram niðan fyri akvegin gjøgnum bygdina í Øravík, har bøurin er grivin upp. Nógv hava eisini steðgað á fyri at frætta nærri um hetta.
Í tíðarskeiðinum 25. august til 9. september í ár hevur Føroya Fornminnissavn gjørt fornfrøðiligar kanningar í Øravík. Arbeiðið er gjørt, nú vegurin til nýggja tunnilin Øravík-Hov kemur at liggja nakað niðari enn verandi vegur, har hann fer fram við bygdini í Øravík.
Talan er um sonevndar forkanningar, ið staðfesta skuldu, hvørt fornminni, ið eru umfatað av fornminnalóggávuni, eru á hesum strekki.
Orsøkin til, at kanningarnar vórðu settar í verk, er grundað á fatan okkara um búsetingarsøgulig viðurskifti og royndir aðra staðir í landinum, har vegagerð hevur verið framd á líknandi staði sum her - fram við fyrndarbýlingum - umframt at okkurt staðanavnið kundi givið ábendingar í so máta. Tí var væntandi, at gamla búsetingin hevur ligið nakað niðari, oman móti fjøruni.
Eftir at Landsverk hevði kunnað eigarar og brúkarar um nýggja vegin og høvdu avgreitt ognarviðurskiftini, stakk Landsbyggifelagið vegastrekkið út, merkt við hælum. Fornminnissavnið hevur síðan við hóskandi gravimaskinu grivið veitir, um hálvan metur breiðar, eftir miðlinjuni. Fyri hvørjar fimm metrar eru veitir grivnar til hvørja síðu, ávikavist aðru hvørja ferð, svarandi til vegabreidd og vegaskráar, og er grivið á botn. Veitirnar hava síðan verið kannaðar og skrásettar, gripir innsavnaðir og skrásettir. Hesin arbeiðsháttur skuldi verið trygd fyri, at um fornar bústaðaleivdir vóru í lendinum, fór at verða komið fram á tær, tí har fólk hava búleikast ávíst tíðarskeið, seta tey greið merki eftir seg - um so er, at hesi ikki eru grivin burtur av seinni virksemi á staðnum, sjálvsagt.
Vegastrekkið, talan er um, er um 150m til longdar, og er nógv størsti teinurin eystan fyri Dalsá. Partur av lendinum er veltur bøur, annað hevur verið nýtt sum beiti. Lendið vísti seg at vera rættiliga grunt og avbera vátt, so sum eisini staðanavnið har ber prógv um, niðri í Mýrini.
Teir gripir, ið funnir vóru, vóru nógv mest gripir frá tíðini eftir trúbótina - postalín, fajansa og reyðvøra. Okkurt kritpípubrotið var ímillum. Harímillum vóru eisini lutir úr 20. øld - frá okkara egnu døgum. Tó vóru eisini einstøk ílatabrot úr føroyskum leir funnin, og kundu tey bent á eldri virksemi. Tó, hetta hevur neyvan verið har á staðnum, men heldur eru hesir gripir komnir út á bøin við tøðum.
Einasta staðið, har rættiligt virksemi kundi ávísast, var við brúnna um Dalsá. Sjónligt var, at har var væl og virðiliga laðað upp undir áarbakkan, og varð okkum fortalt, at hetta var atløgakantur, har fiskur varð landaður. Nú flag og mold varð grivin oman av á hesum staði, komu til sjóndar steinsett tún og onkur veggjaleivd, syllagrót. Skilligt var, at her var gjørt burturúr, soleiðis at har hevur verið arbeiðandi. Tað var maður, nevndur Lamba Pól, ið her tók ímóti fiski einaferð miðskeiðis í 1800-árunum, og arbeiddi hann har.
Eisini varð grivið har íbindingar vera oman móti lendingini og niðan til nýggja bussstaðin vestan fyri Bønhúsið.
Umframt sjálva rannsóknina hevur Fornminnissavnið nýtt høvið til at savna uplýsingar um bygdina av søguligum áhuga annars. Savnið hevur sum er, frásagnir og upplýsingar, ið hava verið savnaðir áður. Hesir hava verið eftirkannaðir, fornminni eru staðfest, og fingnir eru til vega nýggir upplýsingar um onnur áhugaverd búsetingarsøgulig viðurskifti í bygdini.
Niðurstøðan er sostatt, at við hesum kanningum hevur ikki borið til at staðfest, at tað áður hevur verið búleikast niðan fyri verandi gomlu býlingarnar uppi á Bø og við Á. At Øravík ikki skal hava verið landnámsbygd, so sum sagt hevur verið, ber heldur ikki til at staðfesta við kanningunum.
Á Fornminnissavninum eru til tveir í hesum sambandinum sera forvitnisligir gripir, báðir tó leysfundir, ið skrásettir eru á savninum longu í 1931. Tað var Dánjal Jacob Mortensen, bóndi uppi í Stovu, ið lat savninum teir. Annar er ein klíggjasteinur úr fitisteini við gjøgnumboraðum eyga í ørðum endanum. Ikki er óhugsandi, at hesin klíggjasteinur stavar úr miðøld. Tó vita vit ikki neyvari, hvar í bygdini hann er funnin, helst uppi í Stovu. Hin gripurin gevur tó greiða ábending um, at fólk hava búð uppi á Bø nakað langt afturi í tíðini. Hetta er ein vaðsteinur, ið varð funnin upp úr gomlu grundini í bóndahúsunum uppi í Stovu. Vaðsteinurin, ið er evnaður úr fitisteini, er 17,8cm langur og vigar 1235g. Hann hevur eyðkent skap, og samdømi eru í Noregi funnin í miðaldar- og víkingaldarhøpi.
Kanningararbeiðið, sum nú er lokið, er gjørt í neyvum samstarvi við Landsverk og Landsbyggifelagið umframt at upplýsingar eru fingnir til vega frá bygdafólki og staðkendum fólki. Tað er tunnilsverkætlanin, ið hevur goldið forkanningina.