Talan er um Olle Nilsson, sum er ein rættiliga tungur drongur í tónleikaheiminum i Svøríki. Hann hevur spælt seg kenda í fleiri bólkum, men serliga við bólkinum Liverpool, sum einamest spælir Beatlesløg
Olle gørdist enn einaferð landskendur í Svøríki við at vinna í sjónvarpskappingini: Móti stjørnunum - her fyri. Har spældi hann”imagine” hjá John Lennon; sum hann so vann við.
Hesin áhugaverdi tónleikarin, ið til sínar framførslur klæðir seg sum John Lennon og ikki er honum ólíkur, kemur at spæla á almennari framløgu um Norrkøping í býráðshøllini í Klaksvík hóskvøldið 3. apríl kl. 19.30.
Eisini verður hann at hitta á Dávavirkinum seinni um kvøldið – kl. 21.30 og frameftir, har hann fer at greiða frá virki sínum sum tónleikari, og at sita og jamma saman við øðrum røskum klaksvíkingum, verður sagt í tíðindaskrivi frá mentanardeildini hjá Klaksvíkar býráð.
Myndatekstur:
Olle Nilsson uttast til vinstru saman við bólkinum Liverpool