Fólkaflokkur vinnur – Javnaðarflokkur tapir

Tað er høvuðsboðskapurin í veljarakanning sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið

Sambært kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið, so fær Fólkaflokkurin undirtøku frá 28,8 prosentum á løgtingsvalinum komandi. Tað eru 9,9 prosentstig fleiri enn á valinum í 2022. Tað gevur flokkinum, sum hevur 6 tingfólk, 10 tingfólk í nýggja løgtinginum, um hetta verður úrslitið.

 

Sambandsflokkurin fær 21,9 prosent, sum er ein framgongd upp á 1,9 prosentstig, sum ikki broytir nakað, men tryggjar flokkinum sama tingfólkatal, 7 tingfólk.

 

Javnaðarflokkurin er líka stórur tapari, sum Fólkaflokkurin er vinnari, tí flokkurin stendur til at missa 9,6 prosentstig. Flokkurin fekk 26,6 prosent seinast, hann fær 17 prosent hesaferð. Tað merkir, at flokkurin fer úr 9 niður í 6 tingsessir.

 

Sjálvstýri kemur heldur ikki inn um tinggátt í hesi kanningini.

 

Tjóðveldi hevur eisini afturgongd, flokkurin missir 2,6 prosenstig og fer úr 17,7 niður í 15,1 prosent. Flokkurin missir ein tingsess og fær 5.

 

Framsókn hevur eina lítla afturgongd upp á 0,5 prosentstig. Men tað er nóg mikið at missa ein tingsess sambært kanningini. Flokkurin fær 2 tingsessir.

 

Miðflokkurin gongur 1 prosentstig fram í kanningini og fær 7,6 prosent. Tað er nóg mikið at geva flokkinum ein sess afturat, so flokkurin fær 3 tingsessir.

 

Soleiðs sær kanning út, sum Lóður hevur gjørt fyri Kringvarpið:

 

##med2##