Umhvørvisvika er vorðin fastur táttur hjá Tórshavnar kommunu, og mánadagin byrjar umhvørvisvikan fyri 6. ferð.
Sjálv setanin verður mánadagin á Tórsbreyt, og eftir setanarrøðuna fara kommunalpolitikarar og stjórarnir í kommununi at planta hvør sítt træ í skráanum við breytina.
Síðani verða ein rúgva av tiltøkum gjøgnum vikuna. Eitt nú skipar Margarinfabrikkin fyri umhvørvisveiði, ið er eitt tiltak fyri smærru skúlaflokkarnar og størru barnagarðsbørnini. Eisini verður kreativur verkstaður á Margarinfabrikkini, og á býarbókasavninum verður teknikapping fyri børn, har tey tekna um órudd ella at rudda og halda reint, og hetta tiltakið hevur verið á hvørjum ári, sigur Elin Lindenskov, forkvinna í Heilsu- og umhvørvisnevndini.
Eitt hitt størsta tiltakið í vikuni eru ruddingardagarnir.
Teir hava verið fleiri ferðir oftari enn tær seks ferðirnar, vit hava skipað fyri umhvørvisviku. Nú er tað soleiðis, at hósdagin verður Kristi Himmalfarsdagur, so mikudagin fara handlar, skúlar og virkir út at rudda, meðan leygardagin verða tað privat, feløg og eigarafeløg, sum fara at rudda, sigur Elin Lindenskov.
Mikukvøldið verður eisini evniskvøld, millum annað við fyrilestrum, og hósdagin verða somuleiðis fleiri tiltøk, eitt nú útisvimjing.
Um nakar hevur hug at loypa út í, so er bara at koma við niðan í Hoyvíkar klokkan trý, har fleiri kvinnur og eisini nakrir menn svimja hvønn dag, og tað verða so tey, ið skipa fyri útisvimjingini, sigur Elin Lindenskov.
Rein Havnarvág
Kristi Himmalfarsdag verður eisini gjørt nógv burtur úr ánni, vágni og fjøruni.
Tað er jú lívfrøðiligt margfeldisár í ár, og tí hava vit valt at fáa lívfrøðingar at greiða frá um lívið í ánni. Tað verður gingin ein túrur framvið Hoydalsá oman í fjøruna, og á vegnum verður greitt frá, hví tað er so týdningarmikið at áin er rein, sigur Elin Lindenskov.
Grøn konsert verður fríggjakvøldið, eins og siður hevur verið seinastu árini.
Konsertin verður hildin niðri í Vágsbotni, og har fer at verða møguligt at keypa mat úr sjónum, sum Birgir Enni skipar fyri, sigur Elin Lindenskov.
Marknaðardagur verður somuleiðis, og hann verður hildin í gamla Reinsarínum Kristi Himmalfarsdag. Hetta er nakað, sum fólk hava ynskt, tí royndir hava víst, at sjálvt í oysgrumheit í regni savnaði ein slíkur marknaðardagur hópin av fólki.
Í umhvørvisvikuni fáa eisini øll húski eitt træ, sum tey kunu planta.
Tað er sum skilst ikki bert almennu tiltøkini hjá kommununi, sum fara at seta dám á umhvørvisvikuna.
Tað er komið mær fyri oyra, at Hoyvíkar kirkja fer at skipa fyri onkrum tiltaki í sambandi við umhvørvisvikuna, og í morgin verður marknaðardagur í Sjónleikarhúsinum, ið eisini hevur relatión til umhvørvið, sigur Elin Lindenskov.
Umhvørvisvikan verður hildin fyri at minna fólk á, at hugsa um umhvørvið, og forkvinnan í Heilsu- og umhvørvisnevndini vónar, at skúlar og barnagarðar í størst møguliga mun skipa fyri tiltøkum, sum kunnu læra børini at seta fokus á umhvørvið.
Mín vón er, at eg ein dag kann svimja á Havnarvág millum bátarnar, tað kann eg tíverri ikki í dag, sigur Elin Lindenskov.









