Onnur er úr Stuttgart, hin er úr Klaksvík, men á Summar Festivalinum ber til at hoyra tær framføra saman.
Asta Højgaard, sum er kendur úr Faroe5, og eisini hevur sungið í bólkinum Quarter To Three, hevur búð eina tíð í Týsklandi, og tað var har, hon hitti 27 ára gomlu Lisu Kaisinger, sum umframt at syngja eisini spælir guitar og klaver.
Tær báðar fóru veruliga á bylgjulongd tónleikaliga og hava arbeitt nógv saman um tónleik seinastu tíðina. Tær hava havt onkrar framførslur í Týsklandi, og nú ber til at uppliva tær á føroyskum palli fyri fyrstu ferð.
Heimasíðan hjá Summar Festivalinum skrivar, at framførslan hjá teimum báðum verður á Torginum fríggjakvøldið klokkan 19.00.